Ung í dansi 09

Deil

 Fríggjakvøldið
fjórða og leygardagin fimta september, kunnu ung úr øllum landinum vera
við til at menna mentan okkara. Hesar dagar skipar Sláið Ring fyri “Ung
í dansi 09”

”Ung í dansi” er eitt tiltak, sum
er fyri allar næmingar frá sjeynda til tíggjunda flokk. Hetta er triðja árið á
rað at tiltakið sær dagsins ljós. Fyrsta stevnan var við Gjógv, og í fjørð var
stevnan í Øravík. Gott hálvthundra luttakarar hava verið til hvørja stevnuna.
Stevnan hevur til endamáls at kunna ungdómin við føroyskan dans og kvæðir
okkara.

 

 Í ár verður stevnan í skúlanum á
Giljanesi. Hesu ferð verður varpað ljós á vanligu føroysku dansispølini. Umframt
dansispølini læra luttakararnir seg kvæði og søgnina um Seyðamannin á Sondum.
Eisini sleppa tey ungu at luttaka í góðum føroyskum dansi. Hetta verður saman
við Vága Dansifelag í Beitinum.

 

Sláið Ring heldur at slík stevna
er av størsta týdningi. Tað er torført at halda teimum ungu til kvæðini, men tá
tey ungu møtast til slíkar stevnur, binda tey vinarbond. Mangan verða hesi
vinarbond bundin við dansinum sum felagsnevnara og styrkja tey tí dansin
munandi.

 

Føroyskur dansur er so háttaður,
at eingin nýtist at setast aftur. Her er pláss fyri øllum. Hann er ein
fólkadansur í orðsins rætta týdningi. Her eru ongar undarliga rassarørslur,
eingi hábrøgd um tónin skurrar eitt vet. Her finnast eingir ráðgevar uttaneftir.
Her eru vit serfrøðingar, hvør einasti ein av okkum.

 

Undanfarnu ár vóru tað mest
dansifeløg sum meldaðu ungdómar til tiltakið, men tað er einki í vegin fyri at
ein skúlaflokkur verður meldaður til. Fyrireikararnir seta tó tað treyt, at ein
vaksin er um hvørjar átta ungdómar.

 

Ung í dansi 09 er ókeypis tiltak
og verður ferðakostnaðurin endurgoldin. Hetta verður gjørt fyri at øll skulu
kunna hava møguleikan at vera við.

 

Sláið Ring gleðir seg til
tiltakið og vónar at eisini skúlaflokkar vísa Ung í dansi 09 áhuga. 

Onnur tíðindi