»Ung í Dansi« fara at hittast til dans í Kvívík leygarkvøldið 9. oktober 2021. Vit møtast kl. 18 og fáa guidaðan søguligan rundtúr í bygdini. Síðani fáa vit góða fiskasuppu til nátturða áðrenn vit fara oman í Frøishøllina til almennan dans uml. kl. 21. Tiltakið er ókeypis fyri limir í Ung í Dansi, men neyðugt er at tilmelda seg við at skriva eini persónlig boð til Elmu Næs Mortansdóttir antin á facebook ella við telduposti á elma.naes.mortan@gmail.com í seinasta lagi mikudagin 6/10-21
