Í ár skipar Ung í Dansi aftur fyri Upp á stovugólv, sum verður tann 5. februar 2022. Hesaferð verður tiltakið í Nólsoy og vertirnir verða eftir ætlan Hilmar Joensen, Kristian Hansen og Leif Hansen.
Tiltakið verður í Nólsoy, og tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:
- Fólk koma til Nólsoyar, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
- Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
- Tað verður 1 tími millum at hvør vitjan byrjar.
Møtt verður í seinasta lagi kl. 16:45 í Royndarhúsinum (ella so skjótt sum komið er í land við Ternuni). Har verður goldið og koronakanning eftirhugd (sí niðanfyri) og armband útflýggjað. Húsavitjanirnar byrja kl. 17:15 og enda kl 20:15. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Royndarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 21:00.
Tað er avmarkað pláss í húsunum, og tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:
- Anna Birna Bjarnastein Restorff 586242 / ar2803u8@skulin.fo
- Kristian Jacobsen 272957 / kristianjac1509@gmail.com
Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í Royndarhúsinum aftaná, er ikki neyðugt við tilmelding. Kostnaður fyri tiltakið og dans er kr. 100 (umframt møguliga kr. 25 fyri skundtest, sí niðanfyri).
Kostnaður fyri almennan dans er kr. 50 (umframt møguliga kr. 25 fyri skundtest, sí niðanfyri).
Okkurt til matna er við í prísinum, og so verður onkur leskidrikkur til sølu.
Møguleiki er at taka Ternuna úr Havn kl. 16:20 og úr Nólsoy kl. 22:25.
Tiltakið er rúsfrítt.
Koronafyrivarni:
Í føroyska dansinum koma vit tætt hvør uppá annan, og fyri at øll skulu kunna kenna seg trygg, so eru hesar treytir:
- Fólk, sum hava sjúkueyðkenni, mugu undir ongum umstøðum luttaka.
- Fólk, sum eru smittað ella eiga at vera í sóttarhaldi, mugu undir ongum umstøðum luttaka.
- Øll sum koma, skulu prógva at tey ikki eru smittufarlig við at uppfylla eitt av fylgjandi:
- Vísa prógv fyri negativari PCR-test, ið er tikin fríggjadagin 4. februar 2022, ella
- Vísa prógv fyri positivari PCR-test, ið er tikin millum 25. desember 2021 og 29. januar 2022, ella
- Gjalda kr. 25 og fáa tikið eina negativa skundtest á staðnum (í Royndarhúsinum) – vit veita skundtestina og vegleiða. Hetta tekur vanliga uml. 20 min. og til ber at sita inni, meðan bíðað verður eftir svari
- Tey, sum hava goldið fyri luttøku og uppfylla omanfyristandandi, fáa eitt armband sum prógv