Væl eydna stevna

Deil

 Enn eru vit ikki
volaðir

 

Hurðin klamsaði í tí nógva
vindinum. Hvør øðrum á baki komu lærarar úr øllum landinum inn í gongina. Flestu
huffaðu smílandi um hetta veðrið, sum var. Vindurin lá um 25 m/s henda morgunin.
Kortini var bert ein luttakari, sum setist aftur.

 

Tá luttakararnir høvdu etið
morgunmat leggi Rasums Joensen, form. Í Sláið Ring fyri. Hann bjóðaði vælkomin
og hugleiddi um føroyska dansin og kvæðamentan okkara. Millum annað segði hann
soleiðis:

 

Tá eg tosi við fólk, so siga tey,
at tey halda nógv av dansinum og tí, sum hann hevur við sær. Tey eru hugtikin av
dansinum, skiparanum, dansifólkinum og innihaldinum, men tey duga einki og tí
eru tey ikki við.

 

Tað er hetta seinasta, eg havi
hug at steðga við og vísa á, at skal dansinum vera lív laga, so má undirvísast í
dansinum og øllum tí hann hevur við sær, so fólk fáa tann kunnleika, sum skal
til, fyri at kenna dansimentanina.

 

Enn eru fleiri, sum hava dansin
natúrligan og kunnu skipa eitt kvæði ella eina vísu, so enn eru kreftir, har
dansurin er natúrligur, er fólkaligur, er
fólkadansur.

 

Skulu vit halda dansinum og menna
hann, so hava vit enn nógv fólk, ið kunnu læra okkum at bera førningin
víðari.

 

Tað er mín vón, at dansurin,
kvæðini, vísurnar, dramatiseringin, málið v.m. verður lív laga, og at skúlin
verður ein av hesum mentanarberum.

 

 

Eftir hetta tók Brynolf Lamhauge
( Bynne ), lærari á Sankta Frans skúla, orðið.

Bynne hevur arbeitt við
kvæðamentan í skúlahøpi í nógv ár, og var tað sera áhugavert at lurta eftir
hansara royndum. Bynne segði millum annað, at tað er sera umráðandi at fanga
næmingin. Vekja áhugan í næminginum. Besti mátin var eftir hansara tikki at siga
søgur. Kvæðini eru á tremur av góðum søgum. Brúkið tær vóru m.a. boðini frá
Bynna.

Umframt eina góðan fyrilestur
vísti Bynne okkum ein film, har næmingar í Sankta Frans skúla dansaðu dansispøl
og kvóðu Trølli í Áradali. Filmurin er til keyps og fer peningurin til
uttanlandaferð hjá flokkinum.

 

Síðani fekk Erlendur Simonsen
orðið. Hann greiddi frá hvussu hann, saman við Símuni Hansen og Jón Durhuus, er
vanur at undirvísa í dansi og kvæðum. Erlendur hevur gjørt sær eina uppskrift,
sum hann so við og við útbyggir.

 

Uppskriftin hjá
Erlendi

1.     
at tað skal  vera      stuttligt.

2.     
Og so at fáa allan kroppin
við.

3.     
Greiða frá muninum á at syngja og at
kvøða:
liggur ein kavafonn tindi ááá

4.     
Taka allar smálutir við so
spakuliga: 

a.      
hendur ,  høgra upp og klask niður á vinstru hjá
síðimanni

b.     
fjarða í
knøum,

c.      
hyggja uppá hvønn annan,

d.     
smílast

e.      
skiparin byrjar hvørt
ørindi

f.      
rópa  x   kvøða
siðiliga

g.     
munur á dansi frá bygd til
bygd

h.     
gera alt ov nógv av  og alt ov lítið av

i.       
biðja um ”sangir” frá børnunum ,
Tillukku til tín, Buss Óli, Góðan morgun ketta mín,

5.     
Rósa børnunum fyri so nógv sum
møguligt.

6.     
Siga frá onkrari spennandi
søgu,  Brynhildar Tátt,

7.     
Fyrr einki sjónvarp, søgdu frá søgum í
kvæðum.

8.     
Stuðla børnunum í at
skipa

 

Tá ið Erlendur var liðugur at at
greiða frá, fóru øll uppá gólv. Erlendur undirvísti okkum í føroyskum dansi og
kvæðamentan, sum um vit vóru um átta ára aldur. Hetta var stak stuttligt og
gevandi.

 

Tá vit sessaðust aftur, segði
Regin Debess eina søgu frá sínum barnaárum. Søgan var um hvussu stóra ávirkan
dansurin og kvæðini høvdu havt á hann frá barnsbeini av.

Eftir søguna fóru vit at fáa
okkum ein bita. Jákup Ziskason rokaðist í køkinum, og smakkaði maturin óføra
væl.

 

Meðan maturin sodnaði og flestu
fingu sær ein kaffimunn, sluppu luttakararnir fram at. Ein, sum nýtt hetta
høvið, var Jens Dalsgaard. Jens Dalsgaard hevur í uml. fjøriti ár dansað við
næmingum. Hann oysti av síni vitan og gav hansara ískoyti nógvan
íblástur.

 

Mett og væl sett fóru vit nú
aftur upp á gólv. Hesuferð at dansa dansispøl. Regin Debess leggi okkum lag á.
Tað gekk stak væl. Vit dansaðu bandadans, gomlu ketu og
sandoyardans.

 

Smílandi, tivandi við roða í
anlitinum sessaðust vit at lurta eftir hvat Føroya Skúlabókagrunnur hevði at
bera fram. Niels Petersen greiddi frá ætlanunum viðvíkjandi kvæðatilfari. Í
næstum kemur Snar út á alnótina. Snar verður ein portalur við
undirvísningartilfari. Føroya Skúlabókagrunnur arbeiðir millum annað við at fáa
lagt undirvísingartilfar um kvæðir og dans á henda portalin.

Niels takkaði annars fyri
tiltakið, sum hann helvt vera stak gott.

 

Nú slapp Jónleif Johannesen fram
at. Hann greiddi stutt frá sínum tankum viðvíkjandi undirvísing og dansi. Hann
kom inná, at vit eiga at leggja næmingunum ein stoltleika í barmin. Ein
stoltleika sum hevur týdning fyri samleikan hjá næmingunum eins og t.d. fótbólts
landsliði hevur tað.

Jónleif undirstrikaði at søgan
hevði stóran týdning í arbeiðinum. Lagið er eisini týðandi, tí kenna næmingarnir
ikki lagið, verður ringt at læra seg kvæði við røttu rútmuni. Hevur næmingurin
ognað sær søguna og kennir hann lagið, fellur dansurin lættari. Dansurin er
einkul, men nakrar fáar reglur eru, sum næmingarnir eiga at kennast
við.

 

Reglur fyri
dansin:

·       
Tvey til vinstru og eitt til
høgru,

·       
vinstra hond undir og høgra oman
á,

·       
ikki krossa beinini,

·       
Loyvið skipararinum at byrja
hvørt ørindi,

·       
tig ella kvøð,

·       
ikki fara uppí hjá skiparinum
uttan so, at hann bjóðar tær uppí.

 

 

Jónleif vísti eisini á nakrar
uppgávur, sum hann hevur havt hepnið við at brúka. Hesar uppgávur koma at liggja
á Snar.

 

At enda fekk Símin Hansen úr
Svínoy orðið. Hann er íðin dansari og greiddi livandi frá tí, hann hevur
upplivað í dansihøpi.

 

Tiltakið endaði við at
luttakararnir fóru uppá gólv saman við limum úr Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin
gekk væl. Vit kvóðu Sigmunds Kvæði yngra. Meðan vit dansaðu, hugdi eg út yvir
ringin. Eg sá nógvar ungar lærarar, sum livdu við í dansinum, og sum við vakrari
rødd kvóðu av lív og sál. Eg hugsaði við mær sjálvum : “Nei, enn eru vit ikki
volaðir”.

Onnur tíðindi