Vit hava skyldu til at halda lív í kvæðum og dansi

Deil

Fyri nógvum árum síðan spurdi ein útvarpsmaður meg, hvíeg helt, tað hevur týdning at dansa og kvøða við børnum. Eg svaraði, at tað er tí, taðer so stuttligt.“Bara tí?” Útvarpsmaðurin var stórliga bilsin um svarið. Tað er eisini tí, men ikki bara tí. Føroyski dansurin er so nógv. Øll kunnu luttaka í føroyska dansinum, ongar treytir vera settar frammanundan. Har er einki aldursmark, tær nýtist ongan maka fyri at vera við. Hvat kyn tú ert, fólkaslag, hvussu vorðin tú ert, hvat tú trýrt uppá, tín politiskaáskoðan, taðhevur ongan týdning.Øll kunnu vera við í hesum felagsskapinum, sum føroyskur dansur er, sigur Hervør.

Men hví heldur Hervør, at neyðugt er, at halda lív í kvæðum og dansi:

– Fyri okkum er føroyski dansurin eisini tað heilt serstaka, at hann er okkara arvur, og hann er ikki til nakra aðrastaðni í heiminum. Vit hava snøgt sagt skyldu til at halda lív í bæði kvæðum og dansi, vit kunnu als ikki loyva okkum at útihýsa føroyska dansinum úr skúlanum. Tá eg byrjaði sum lærari í 1983, hendi tað av og á, at børn søgdu, at tey kundu ikki dansa, tí tað var synd. Hetta er tíbetur broytt, men nú er tað sjáldan, at børn kenna dansin aðrastaðni frá enn úr skúlanum. Flestu foreldur (og ommur og abbar) kenna tað heldur ikki natúrligt at dansa, so tað er neyðugt, at vit læra tey tað í skúlanum. Taðer stuttligari at dansa, tá vit duga at kvøða, helst eina rúgvu, og tað ber væl til at læra í skúlanum.

Men hvussu eiga vit at læra kvæði, spyrja vit Hervør.

– Mínar royndir eru, at tað var lættari at fáa børn at læra seg uttanat fyrr, enn tað er nú, men um tað verður kvøðið (og sungið) dúgliga, so læra vit. Børn tíma væl at hoyra søgurnar, sum kvæðini eru um, og so er eisini lættari at læra. Tey, sum so hava serliganáhuga fyri kvæðunum, lesa meira uppá og kunnu kanska eisini skipa í dansinum. Á okkara skúla hevur tað í fleiri ár verið skipað soleiðis, at næmingarnir skulu læra eitt felags kvæði hvønn vetur. So verður dansaðog kvøðið fram til føstulávint, tá allur skúlin dansar saman. Tað er misjavnt, hvussu væl taðhevur gingið, men sum heild hevur gingið væl.

Hervør heldur, at um ein lærari ikki hættar sær undir at dansa og kvøða í skúlanum ber til at fáa hjálp frá kvæðakønum fólki:

Um lærarar ikki halda seg til at læra næmingar føroyskan dans, so ber til at heitaádansifeløgini kring landið. Nógvir dansarar vilja fegnir hjálpa, um brúk er fyri teimum. Nógvastaðni í landinum verður skipað fyri føroyskum dansi fyri børn, og stóra árliga upplivilsiðhjá nógvum av hesum børnum er at sleppa á landsdansistevnuna, sum Sláið ring skipar fyri. Tá koma børn og eisini nógv vaksin saman at dansa og hugna sær. Týðilig framgongd er í kvøðingini, fleiri og fleiri børn halda seg til at skipa, og tey duga væl. Tað ber væl til hjá skúlum ella skúlaflokkum at luttaka, og hetta kundiøkt um hugin hjá nøkrum børnum at dansa. Flestøll børn tíma at dansa, ikki bara føroyskan dans, meneisiniføroyskan dans. Teimum dámar væl at lurta eftir søgum og at vera saman við øðrum. Rørsla og sangur er mennandi fyri børn. Vit eiga avgjørt at gevaøllum okkara børnum ta stóru gávu, sum føroyski dansurin er, sigur Hervør.

Onnur tíðindi