Í ár fyllir Klaksvíkar Dansifelag 60 ár. Felagið ber aldurin væl. Hvørt sunnukvøld møta ung og eldri til føroyskan dans í Skálanum. Klokkan 19.30 – 20.30 er barnadansur, og klokkan 20.30 – 23.00 dansa tey vaksnu. Hesi dansikvøld eru eini 40 – 50 børn og uml. 40 vaksin í ringinum. Skálin er stóur, og øll dansiáhugaði eru hjartaliga vælkomin at trína dansin saman við Klaksvíkar Dansifelag sunnukvøldini á vetrarhálvuni.
Klaksvíkar Dansifelag er eitt virkið felag og hevur eina breiða aldurs samanseting. Allir aldursbólkar trívast í felagnum.
Stoltleikin hjá felagnum er Skálin. Hetta snotuliga hús, sum í fjórðingsøld hevur verið karmur um manga trivnaðar, hátíðar og metnurnarløtu í Klaksvík.
At dríva eitt virkið felag umframt at halda Skálan í góðum standi, so hann kann tæna menturnarlívinum í Klaksvík, krevur sítt. Fyri at fáa orku til hetta arbeiðið, hevur Klaksvíkar Dansifelag javnan bingo og einaferð um árið eitt eydnuhjól. Í ár verður eydnuhjólið sunnudagin 23. nov. Kl. 16.00.
Klaksvíkar Dansifelag vónar, at nógv fólk koma á gátt. Sum altíð eru nógvir góðir lutir at vinna, tí vinnulívið í Klaksvík hevur altíð stuðla felagnum við lutum av ymsum slag. Eisini er kjøt og annar jólamatur væl umboðað millum vinningarnar.
Klaksvíkar Dansifelag vónar, at nógv fólk leita sær niðan í Skálan á eydnuhjól sunnudagin 23. Nov. Kl. 16.00
Vegna Klaksvíkar Dansifelag
Jónleif Johannesen