Aðalfundurin 2020

Deil

Við hesum verður boðað frá, at aðalfundurin hjá Sláið Ring verður leygardagin 12. septembur 2020 kl. 12:00

Aðalfundurin verður í U407 á 4. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja, Tórshavn.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava viðgjørd.

Mál frá feløgum

Mál, ið feløg vilja hava til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 29. august 2020.

Fundarskrá til ársaðalfundin

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara.
  2. Ársfrágreiðing.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
  4. Viðgerð av innkomnum málum.
  5. Ásetan av limagjaldi fyri komandi árið.
  6. Val av nevnd og tiltakslimum.
  7. Val av grannskoðara.
  8. Ymiskt.

Skrá fyri aðalfundin og nærri kunning verður send fyrst í september – tó kunnu vit longu nú avdúka, at eitt mál á skránni verður støðan við COVID-19 og dansinum í heyst. Samstundis verður kunnað um, hvussu verður við ætlaðu kvæðastevnuni í Norðurlandahúsinum 12. september 2020.

Tórshavn, hin 5. august 2020,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring

Onnur tíðindi