Barnlek í Mölnlycke í Svøríki 2020

Deil

Barnlek 2020 verður í Mölnlycke í Svøríki í døgunum 15.-19. juli 2020. Hetta er norðurlendsk dansistevna fyri børn og ung – málbólkurin eitur 8-16 ár, men vanligt er at eisini ung upp í mitt í 20-uni eru við – lesið meiri á https://barnlek2020.se

Føroyska ferðalagið samlast eftir ætlan í Mölnlycke 13. juli, soleiðis at vit kunnu hava nakrar dagar saman, har vit læra hvønn annan at kenna, venja saman og t.d. fara onkra útferð, áðrenn sjálv stevnan byrjar. Vit fara úr Mölnlycke aftur 19. juli.

Sláið Ring samskipar ferðina úr Kastrup til Mölnlycke aftur til Kastup. Farið verður við bussi úr Kastrup mánadagin 13. juli, soleiðis at til ber hjá fólki at koma til Kastrup við fyrsta flogfarinum hjá Atlantsflogi 13. juli og fara beint við bussi. Farið verður úr Mölnlycke sunnudagin 19. juli soleiðis at til ber at fara til Føroya við seinasta ella næstseinasta flogfari hjá Atlantsflogi til Føroya handan dagin.

Kostnaður fyri stevnuna

Vit hava mett um kostnaðin og rokna við at hetta kemur at halda.

Bussur, Kastrup-Mölnlycke t/rDKK 500,00
Stevnugjald, SEK 2.000DKK 1.400,00
Eyka uppihald og matur, 13.-15. juli, SEK 440DKK 320,00
LuftmadrassurDKK 140,00
Til samansDKK 2.360,00
Herav verður stuðul til børn og ung undir 30 árDKK 1.500,00

Sostatt er kostnaðurin fyri alla stevnuna fyri børn og ung einans uml. kr. 860,00. Hesin stuðul er frá Sláið Ring, Ung í Dansi og FUR. Eisini hava lokal dansifeløg møguleika at savna pening og søkja stuðul frá kommunum o.t.

Individuellar útreiðslur

Av tí at summi vilja vitja familju og onnur í Danmark áðrenn ella aftaná stevnuna, summi vilja leingja stevnuna til eina familjuferiu í Danmark og onnur individuel ynski, so er avgjørt, at hvør einstakur ferðandi sjálvur (ella hvørt einstakt felag) syrgir fyri ferðing úr Føroyum til Kastrup og úr Kastrup til Føroya. Til ber at keypa Sveiggj-ferðaseðlar heilt niður í uml. 1.100 aftur og fram, um man er í góðari tíð. Sláið Ring hevur bílagt eina bólkaferð til 60 luttakarar við fráferð úr Vágum mánamorgun 13. juli og komu aftur í Vágarnar sunnukvøldið 19. juli. Kostnaðurin fyri hesa ferð er kr. 1.815 aftur og fram. Tey, ið fyrst umbiðja hesi pláss, fáa tey. Setið tykkum í samband við Hildur Kruse Sørensen (tlf. 220659 ella hildurks@hotmail.com).

Tilmelding

Tey, sum ætla at luttaka skulu boða sínum lokala dansifelagi frá – helst áðrenn 1. februar 2020. Miðjað verður í móti at gera endaliga tilmelding áðrenn 1. mars 2020. Kontaktpersónar fyri ymsu dansifeløgini eru niðanfyri – er einki dansifelag nevnt í tykkara nærøki, so kunnu tit seta tykkum í samband við Gunnar Restorff (tlf. 292563 ella sr@sr.fo) – tað eru nevniliga eisini fólk úr øðrum enn nevndu feløgum, ið luttaka.

Dansivenjingar

Vit fara at møtast nakrar ferðir í vár at venja føroyskan dans/kvæði, føroysk dansispøl og samdansir hjá øðrum londum. Lív Vilhelmsen fer at samskipa hetta – nærri kunning kemur seinni.

Onnur tíðindi