Brestis kvæði rungaði á kvæðastevnu

Deil

Nú er føsta, og dansivetur er liðugur, aftaná dúgliga hevur verið dansað kring landið.

Eisini í fólkaskúlunum kring landið hevur verið dúgliga dansað, og var Norðurlandahúsið týsdagin 6. og mikudagin 7. februar fylt við látri og rungandi kvæðum – við næmingum, sum hugnaðu sær. Tá luttóku eini 700 næmingar í kvæðastevnu fyri miðdeild fólkaskúlans, sum varð hildin á øðrum sinni.

Upptaktin til kvæðastevnuna byrjaði longu í oktobur, tá lærarar úr øllum landinum vóru bodnir til kvæðahugna, har vit savnaðust um kvæðini, spældu kvæðaspøl, fóru uppá gólv, og fingu amboð at brúka í kvæðaundirvísinigini, ið lá fyri framman. Nærum 100 lærarar vóru teknaðir til hetta kvøldið, og væl hevur eydnast, tí næmingarnir hava fingið gott í beinið, og luttóku hugagóðir í virkseminum á stevnuni.

Kvæðini, ið vóru á skrá í ár, vóru Flóvin Bænadiktsson, Grindavísan og Brestis kvæði. Ymiskt var, hvat kvæði næmingarnir høvdu lært hendan veturin, men øll dugdu okkurt, og lærdu eisini burturúr hinum kvæðunum.

Handan kvæðini eru spennandi søgur, og tvær frásagnir vóru á stevnuni. Frá morgunstundini hoyrdu øll søguna um Flóvan Bænadiktsson í felag, og seinni hoyrdu tey søguna handan Brestis kvæði á einum verkstaði. Næmingarnir sótu sum á nálum og lurtaðu, og tá søgan var liðug, vildu teir hoyra meir.

Eisini var ein verkstova við borðspælinum, KvæðaQuiz, har næmingarnir skulu ringla, men fyri at sleppa at flyta, skulu teir svara einum kvæðaspurningi rætt. Næmingarnir dugdu eina rúgvu, og summir spældu enntá við spurningum úr øllum trimum kvæðum.

Hendan og síðsta vetur hava dansispøl verið at sæð í sjónvarpinum. Á kvæðastevnuni vóru limir úr Ung í Dansi komnir at læra næmingarnar dansispøl. Tey dansaðu slippudans, riðu ediling og dansaðu gomlu ketu. Ofta er trupult hjá børnum at finna stevið, tá tað ikki er ringdansur, men eitt vóru tey í øllum førum samd um: Tá tey riðu edeling, vildu tey í hvussu er ikki giftast við lærarum!

Eftir at hava lært kvæði og stev í skúlanum, sluppu næmingarnir eisini at vísa fram tað, sum teir høvdu lært. Eitt pallborð varð savnað av kvæðakønum fólki at meta um kvæðaevni, dansilag, dansisið og so kundu tey eisini meta um flokkarnir høvdu nakran ”x-faktor”, um nakað heilt serligt var við teirra framsýning.

Tað vóru nógvir sera dugnaligir flokkar, men tveir skaraðu burturúr. Tað vóru 4. flokkur í Tofta skúla og 5. flokkur í Vestmanna skúla, sum vunnu ein túr at bowla fyri flokkin.

Tá verkstøðini vóru liðug, hittust øll aftur í høllini til at spæla kvæðakahoot, og tað vunnu Emilia og Eva úr 6. flokki í Skúlanum á Argjahamri. Føroyskur dansur er livandi mentan, og vit eiga at flyta hann inn á nútímans pallar, sum børnini tíma. Hetta er ein framúr háttur, at læra kvæðini.

Vit fóru upp á gólv fyri seinastu ferð hendan dagin áðrenn endabrestin: Hamradun spældu nøkur av sínum vælkendu kvæðaløgum – og vit vóru enntá so heppin, at vit sluppu at hoyra frumframførsluna hjá teimum av Brestis kvæðnum. Næmingarnir vóru góðir áhoyrarar – teir klappaðu, ýldu og lýstu við telefonunum, og summi sótu enntá í stevi (um man yvirhøvur kann siga so). Hetta vóru tveir sera áhugaverdir og væleydnaðir dagar, sum vit vóna hava kveikt áhuga næminganna fyri føroyskum dansi.

Sum Kristian Jacobsen, formaður í Ung í dansi segði í røðu síni: ”Vit eru tey, sum dansa føroyskan dans. Vit eru tey, sum læra kvæðir. Vit eru tey, sum kunnu halda dansinum livandi. Bara vit!

At enda fari eg at takka hjálparfólkum, sum hava syrgt fyri at gera verkstovurnar so góðar, og stuðlunum sum gjørdu hesa stevnuna møguliga: Norðurlandahúsið, Almanna- og Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Undirvísingarstýrnum, Sláið Ring, SMS, Tórshavnar Kommunu og Bowlinghøllini á Hálsi. Stóra tøkk fyri.

Í marts 2024

Vegna fyrireikararnar,
Elin Maria Olsen

Onnur tíðindi