Brúðarvísukappingin
lokin og vinnarin funnin
Fyri fyrstu ferð í
meir enn 100 ár eru brúðarvísur yrktar.
Sláið Ring – landsfelag
føroyskum dansi at frama, hevur miðvíst arbeitt fram ímóti at finna alternativ
til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í fleiri av dagsins
brúdleypum.
Í vetur hevur Sláið
Ring skipað fyri eini brúðarvísukapping.
Inn komu fimm uppskot. Sláið Ring setti eina dómsnevnd at gjøgnumganga innkomnu
uppskotini og senda trý til dansifeløgini til ummælis. Dansifeløgini mettu um hesi trý uppskotini og
sendu sína metan til Sláið Ring. Í mars gjørdu nevndin í Sláið Ring og
dómsnevndin eina endalig niðurstøðu, ið bygdi á metingina hjá dómsnevndini og
dansifeløgunum.
Mánakvøldið 8. apríl
verður úrslitið kunngjørt. Í hesum sambandi skipar Sláið Ring fyri almennum tiltakið
í Miðlahúsinum klokkan 19.00.
Skráin verður:
19.00 Vælkomin
Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring bjóðar vælkomin.
Brúðarvísuleikluturin
nú og fyrr
Jóan Pauli Joensen sigur frá hvønn týdning brúðarvísurnar
høvdu og hava í fleiri føroyskum brúdleypum.
Alternativar
brúðarvísur – tørvur og brúðarvísutilgongd
Rasmus Joensen hugleiðir um hví eitt nýtt brúðarvísu
alternativ er neyðugt. Eisini greiður Rasmus Joensen frá arbeiðinum at fáa fólk
at yrkja brúðarvísur.
Vinnarin verður
kunngjørdur:
Nummar 1,2 og 3 verða kunngjørd. Brúðarvísunevndin greiðir
frá sínum metingum.
20.00 Kaffi:
Sangur:
Hanus G. Johanen syngur nøkur ørindi av einum av uppskotunum.
Hann hevur sjálvur gjørt lagið.
At yrkja brúðarvísu:
Yrkjararnir greiða frá sínum tonkum, tá teir fóru undir at
yrkja og meðan teir yrktu. Eisini lagið, teir hava valt verður umrøtt.
20.50 Vit fara uppá gólv:
Farið verður uppá gólv at kvøða nýggju brúðarvísurnar.
Gestirnir fáa eitt lítið hefi við brúðarvísunum heim við sær.
Tað eru meir enn hundrað ár síðani ein brúðarvísa varð yrkt.
Sláið Ring vónar at nýggju brúðarvísurnar koma at viðføra, at brúðarvísur
áhaldandi verða ein fastur táttur í brúdleypsiði føroyinga. Nýggju
brúðarvísurnar eru allar stuttar og hava niðurlag.
Sláið RIng vónar at
brúðarfólk, sum ikki hætta sær undir tær kendu føroysku og donsku
brúðarvísurnar, vilja velja onkra av nýggju brúðarvísunum sum part av teirra
hátíðardegi.
Siðurin við brúðardansi er ein vakur siður og vónandi verður
honum langt lív lagað. Nýggju brúðarvísurnar eru ein roynd at fáa fleiri fólk
at taka brúðarvísusiðin til sín. Vónandi eydnast hettta.
Sláið Ring vónar at síggja nógv fólk í Miðlahúsinum
mánakvøldið 8. apríl kl. 19.00.
Við dansikvøðu
Sláið Ring