Brynhild stundar á fund

Deil

Leygarkvøldið 24, september klokkan 19.00 verður
almenn kvøldseta í Sjónleikarhúsinum í Havn, har evnið er Brynhildartáttur.


Hugsanin við hesum serliga tiltakinum er at
skapa áhuga fyri  føroyska dansinum,
sigur Rasmus Joensen, formaður í landsfelagnum Sláið Ring, sum skipar fyri
kvøldsetuni.

Løgd er ein rættiliga áhugaverd skrá fyri
tiltakið.

Hanus Kamban kemur at hugleiða um Brynhildartátt
og annað, ið hann metir hevur áhuga.

Fólk í salinum fáa høvi at gera viðmerkingar til Brynhildartátt, hugleiða og seta spurningar.

Rasmus Joensen hugleiðir um Sjúrðar deyða.

 Stuttur steðgur.

Farið verður upp á gólv.

Tikin verða ørindini 1 – 42.

Stuttur steðgur, og so verða tikin ørindini frá 157.

Hóast allur Brynhildartáttur, sum er 232 ørindi
langur, ikki verður tikin á gólvi hetta kvøldið, verður tó møguleiki seinni heyst
at náa hetta, sigur formaðurin í landsfelagnum, tí á einum dansikvøldi einaferð
í oktober verður allur Brynhildartáttur, sum hann er, kvøðin á gólvi.

 

Onnur tíðindi