Afturvendandi
tiltakið, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri undir heitinum
Dansináttin í Norðurlandahúsinum verður leygarkvøldið 9. juli frá kl. 21.30 til
01.30. Er dansurin góður kann haldast á nakað longur.
Tiltakið plagar
at vera væl vitjað. Her koma bæði útlendsk ferðafólk og útisetar, ið eru heima í
summarfrí, og her koma ikki minst dansiáhugað búgvandi her á
landi.
Norðurlandahúsið
og Sláið Ring vóna og vænta, at fleiri leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum
nú leygarkvøldið.