Nógv fólk vitjaðu Brynhild

Deil

Tað var fult hús, tá Hanus Kamban helt fyrilestur um Brynhildartátt, og
hvussu hann er bygdur upp. Hann vísti á, at tað finnast heilar átta uppskriftir
av Brynhildartátti á føroyskum.

Evnið er savnað saman úr ymsum europeiskum forn- og miðaldarsøgum og
sagnum, vísti hann á og nevndi, at her var talan um skaldskap, tá hann er
allarbestur.

Eftir áhugaverda fyrilesturin hjá Hanusi Kamban, hugleiddi Høgni Mohr um
sjálvt kvæðið og søgur í samband við tað.

Kringvarpið festi fyrilestrarnar á band, og verða teir at hoyra í eini av
komandi sendingunum Álvarann, sum verða sendar mánakvøld klokkan 19.00.

Eftir fyrilestrarnar varð farið upp á gólv. Hákun Jacobsen úr Miðvági
skipaði í teimum umførum brot úr Brynhildartátti.

 

Onnur tíðindi