Brúðarvísan á føstulávint

Í
eini av sendingunum í røðini Álvarann í útvarpinum í vetur, var í einum
fyrilestri nevnt, at Brúðarvísan varð tikin, eftir at liðugt var at telja
jólini. Kannað varð eftir, um hesin siður var kendur, og hvar hetta kundi vera.
Komið varð fram til, at hetta varð gjørt í Sumba, og kendi kvøðarin, Eli
Poulsen, visti at siga í sendingini, at hann hevði verið við til at tikið Brúðarvísuna
á føstulávint.

 

Um
dagarnar ringdi Eli Poulsen til redaktiónina og fortaldi, at hann hevði tosað
við sumbing, sum visti at siga frá øðrum gomlum sumbingi, Dánjali Jacob í
Kálgarðinum, at grundin til, at endað varð við Brúðarvísuni á føstulávint, var
tann, at Brúðarvísan vanliga varð tað fyrsta, sum tikið varð aftur um heystið,
tá dansitíðin byrjaði.

 

Um
heystið vórðu brúdleypini vanliga hildin, tá kjøtið var ræst. Og við teimum
fylgdi eisini Brúðarvísan. Tí varð hildið í Sumba, at hóskandi var at enda
dansitíðina, sum hon byrjaði. Við Brúðarvísuni.

 

“So
var ringurin sluttaður”, sigur Eli Poulsen.

Barnadansistevnan 2012

Barnadansistevnan 2012, hin 9. í røðini, varð hildin í Hósvík leygardagin.

Uml. 500 luttakarar vóru. 400 børn og restin leiðarar, foreldur og ommur og abbar.

Tað var sera hugaligt, at síggja allan hendan skaran av fólki og ikki minni at hoyra børnini kvøða og síggja, hvussu væl dansurin gekk.

Útferð var gjørt til gomlu hvalastøðini við Áir.

Endað varð við, at limir úr Norðstreymoyar Dansifelag, tóku nøkur kvæði: Tá eg verði stórur, brot úr Grettiskvæði og Orminum Langa.

Tað er av alstórum týdningi og sera mennandi, at børnini sleppa við til vaksnamannadans.

Barnalandsdansistevnan 2012

Barnalandsdansistevnan í ár verður
hildin leygardagin tann 11. februar í Bygdarhúsinum í Hósvík. Norðstreymoyar
Dansifelag skipar fyri. Byrjað verður
kl.
10.00, og liðugt er kl. 14.30.

Døgurði verður um middagsleitið.

Skipað verður fyri smáum útferðum í økinum sum
dagurin líður. Frásøgufólk verða.

Tilmeldingarfreistin er í
seinasta lagi 31. Januar 2012.

Tilmelding er á tel. 422217 ella
við telduposti  
olav.schneider@skulin.fo

Eru spurningar, kunnu tit ringja 422217 ella
senda ein teldupost.

Tá tit tekna tykkum, verða tit biðin um at siga
okkum, hvussu nógv børn verða

við, og hvussu nógv tit verða íalt (íroknað
vaksin).

 Sigið eisini frá, hvørji kvæði tit ætla at
skipa.

 

 

 

                                                                                                                         

 


Kyndilsmessudansur í Haraldssundi

Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd. Í øldir hava fólk í Norðoyggjum leita til Haraldssund á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men er nú tikin uppaftur. Hetta er sætta árið á rað, í nýggjari tíð, at kyndilsmessudansur er í Haraldssundi. Hetta kvøldið hevur undanfarin ár verið sera væl eydnað og hava fleiri dansifeløg gjørt ferðalag í hesum sambandi. 

Í ár fellur Kyndilsmessa eitt hóskvøld, tí verður dansurin ikki á sjálvari Kyndilsmessu, men fríggjakvøldið 27.januar. Dansurin byrjar klokkan 22.00 í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Kostnaðurin fyri dans og mat er 100 krónur.

Dansurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nordlek, annar fundur

Komandi fundur verður hóskvøldið 19. januar kl. 19.00 í Hornahúsinum.

Fyrsti
fundur um Nordlek 2012 varð hildin í Hornahúsinum 7. januar. Fleiri fólk møttu,
og tey søgdu eisini frá øðrum, ið høvdu áhuga fyri ferðini, so tað sær gott út.

Á
fundinum varð m.a. tosað um skrá og prís.

Avgjørt
varð at hava nýggjan fund hóskvøldið 19. januar kl. 19.00 í Hornahúsinum.

Øll
við áhuga fyri ferðini eru vælkomin.

Barnadansistevna í Hósvík

Avgjørt
er, at árliga Barnadansistevnan verður hildin í bygdarhúsinum í Hósvík
leygardagin 11. Februar 2012.


Tilmeldingarfeistin
er sett til 31. Januar. Í samband við tilmelding og tiltøkini á stevnuni annars,
verða brøv send feløgunum kring landið ein av allarfyrstu døgunum, siga
fyrireikararnir. Eisini onnur enn tey, sum dansa í dansifeløgunum kring landið,
eru vælkomin at melda til stevnuna. Til dømis skúlaflokkar ella aðrir áhugaðir
bólkar, eru vælkomin.


Sum
skilst verður stevnan skipað á leið á sama hátt, sum tær undanfarnu hava verið,
við dansi, matsteðgi og útferðum. Ætlanin er eitt nú at vitja á niðurløgdu
hvalastøðini við Áir.

 

 

 

 

 

 


Fundir um Nordlek 2012

Fundur við tey ungu, ið ætla at luttaka á “Sommerleir” og
síðani á Nordlek verður hildin í Hornahúsinum leygardagin 7. januar 2012 klokkan 13.00..

“Sommerleir”
er serstakt tiltak, har ungdómar úr øllum Norðurlondum koma saman til dans og
hugna. Eftir “Sommerleir” verða tey við á Nordlek.


Tey, sum fara á summarleguna fyri ung, verða í einum ferðalagi fyri seg, men allir
føroysku luttakararnir í báðum tiltøkunum vera saman á Nordlek stevnuni.

Fundurin fyri tey, ið ætla sær við til Nordlek verður sama dag kl. 18.00. Grein um
hendan fundin er aðrastaðni her  á
heimasíðuni – http://sr.fo/news-nordlek+2012+i+noreg.htm
og er eisini
at síggja inni á Facebook síðuni hjá Sláið Ring.

Á fundinum verður kunnað um ferðina, so sum sjálvan túrin við útferðum og
vitjanum, kostnaður o.a.

 

Sóknast eftir nýggjum upptøkum

Hóast
Kringvarp Føroya hevur rættiliga fitt av upptøkum av bæði kvæðum og vísum,
verður sóknast eftir nýggjum upptøkum, siga vertirnir á kvæðasendingini Álvaran,
sum verður send í Kringvarpinum hvørt mánakvøld.

Fleiri
av upptøkunum, sum Kringvarpið eigur, eru nakað gamlar, og av onkrum kvæði ella
vísu er bara ein upptøka. Tí hevði verið ynskiligt, um feløgini hvørt sær fóru
undir at fyrireika upptøkur, sum so kundu verðið gjørdar, áðrenn dansitíðin
endar.

Tað
er upp til feløgini sjálvi, hvat tey velja at kvøða. Hóast upptøkur
frammanundan eru av tí, tey kvøða, er ein nýggj upptøka altíð kærkomin kortini.
Men hugaligt hevði verið, um okkurt heilt nýtt tilfar kundi verðið tikið fram
og kvøðið til upptøku. Tað liggja bæði kvæði, vísur og táttar ymsastaðni, sum
áhugavert kundi verið at fingið fest á band.

Um
okkurt av dansifeløgunum kring landið er áhugað, er bara at seta seg í samband
við vertirnar í Álvaran, so syrgja teir fyri restini.

 

 

Nordlek 2012 í Noreg

Norðurlendska
fólkadansarastevnan Nordlek, sum nógvir føroyskir dansarar kenna, verður hildin
í Steinkjer “Norden for Trondhjem” í døgunum 10. til 15. juli næsta ár.

Sláið Ring ætlar
at samskipa eina ferð til stevnuna. Ætlanin er at skipa fyri einum søguligum
túri gjøgnum Noreg, úr Oslo norður gjøgnum Gudbrandsdalin til Steinkjer.

Farið
verður úr Føroyum við egnum bussi við Norrønu sunnukvøldið 1. juli, og komið
verður aftur mikudagin 18. juli.

Gist
verður í vallaraheimum og smáttum á leiðini. Á stevnuni verður gist í skúlum. Tó
kunnu tey, ið vilja, gista á gistingarhúsi.

Á
stevnuni verður høvi at fara útferðir og til ymisk tiltøk. Til summi tiltøk á
stevnuni verður kravt luttøkugjald, og onnur eru ókeypis.  Upplýsingar um ymsu kostnaðirnar fyri t.d.
gisting og mat síggjast á heimasíðuni http://nordlek.no/program/

Á
fundinum í Hornahúsinum 7. januar fæst eisini at vita um kostnað fyri ferðina úr
Føroyum, og hvat har er íroknað. Annars fáast allir upplýsingar við at venda
sær til niðan fyri standandi teldupost ella tel. nr.

Seinasta
freist at tekna seg til túrin er 30. januar. Boðast kann frá á tlf.
228624/281468 ella á teldupostadressu: trygvi.samuelsen@skulin.fo

Eitt
a conto gjald á 2000 kr. verður samstundis flutt á 9181 1310676

Tekningin
er bindandi.

 

Vága Dansifelag 35 ár

Í gerðabók
felagsins stendur soleiðis at lesa frá fundi, sum hildin varð tann 1. december
1976:

“Í kvøld
1-12-1976 er dansifelag fyri Vágar stovnað, og samtykt varð at velja eina
trímannanevnd, og blivu tey Fía Davidsen, Jón Joensen og Trygvi Lauritsen”.

Fyrsti
nevndarfundur felagsins varð hildin tann 7. januar 1977, og á tí fundinum
skipaði nevndin seg. Fyrsti formaður í Vága Dansifelag var Jón Joensen í Bø.
Trygvi Lauritsen varð valdur næstformaður, og Fía Davidsen kassameistari.

Longu á
aðalfundinum árið eftir varð nevndin víðkað til fimm limir. Her verður dentur
lagdur á at spreiða nevndarlimirnar yvir bygdirnar í oynni.

Seinni er so
gjørt av, at dansast skal í øllum bygdum í Vágum, og hendan skipan helt fram,
líka til felagið tók felagshúsið i Beitinum í Miðvági í brúk á heysti í 2004.
Nú verður vanliga bert dansað í Beitinum. Dansur er sunnukvøld klokkan 21.00.
Eisini er barnadansur í Beitinum mikukvøld klokkan 19.00.

Farið er aftur til upprunaliga talið av nevndarlimum. Í nevndini sita í dag Edvard í
skorðini Joensen, formaður, Paula Vilhelmsen, næstf. og Anna Elisa Jacobsen,
kassam.

 

 

 

 

 

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×