Brynhild stundar á fund

Leygarkvøldið 24, september klokkan 19.00 verður
almenn kvøldseta í Sjónleikarhúsinum í Havn, har evnið er Brynhildartáttur.


Hugsanin við hesum serliga tiltakinum er at
skapa áhuga fyri  føroyska dansinum,
sigur Rasmus Joensen, formaður í landsfelagnum Sláið Ring, sum skipar fyri
kvøldsetuni.

Løgd er ein rættiliga áhugaverd skrá fyri
tiltakið.

Hanus Kamban kemur at hugleiða um Brynhildartátt
og annað, ið hann metir hevur áhuga.

Fólk í salinum fáa høvi at gera viðmerkingar til Brynhildartátt, hugleiða og seta spurningar.

Rasmus Joensen hugleiðir um Sjúrðar deyða.

 Stuttur steðgur.

Farið verður upp á gólv.

Tikin verða ørindini 1 – 42.

Stuttur steðgur, og so verða tikin ørindini frá 157.

Hóast allur Brynhildartáttur, sum er 232 ørindi
langur, ikki verður tikin á gólvi hetta kvøldið, verður tó møguleiki seinni heyst
at náa hetta, sigur formaðurin í landsfelagnum, tí á einum dansikvøldi einaferð
í oktober verður allur Brynhildartáttur, sum hann er, kvøðin á gólvi.

 

Sláið Ring havt aðalfund

Á aðalfundinum
hjá Sláið Ring, sum varð hildin í Havn leygardagin 10. september, stóð Rasmus
Joensen, formaður, fyri vali. Hann varð afturvaldur. Í nevndini sita nú Rasmus
Joensen úr Tøkum Lætt, Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar Dansifelag og Kathrina
Hansen úr Eysturoyar Dansifelag. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

Eisini skuldu
tríggir tiltakslimir veljast, og vald vórðu Anna Elisa Jacobsen, Vága
Dansifelag, Hildur Vestergaard, Sumbiar Dansifelag og Atli Dalsgaard, Leikum
Fagurt.

Á fundinum var
orðaskifti um nýggja brúðarvísu tikið uppaftur. Nevndin í landsfelagnum hevur
gjørt av at bjóða teimum, sum sendu uppskot til nýggja brúðarvísu til
kappingina, sum lýst varð nakað herfyri, at luttaka í einum bólki, sum skal
kjakast um, hvussu ein møgulig nýggj brúðarvísa eigur at síggja út.

 

Eisini varð sagt
frá, at Sláið Ring er í sambandi við Mentamálaráðið, millum annað við skrivi,
sum sent er ráðnum, og fundarvirksemi um, hvat landsfelagið heldur eigur at
verða gjørt fyri føroyska dansin.

Onnur mál, sum
vóru uppi á fundinum, vóru eitt nú umrøða av Nordlek 2012, og at Barnlek skal
haldast í Føroyum í 2017. Slíkt tiltak krevur nógva fyrireiking, og tíð er
longu at fara at hugsa um at velja fyrireikingarnevnd og fara undir hetta stóra
tiltakið.

Í sambandi við
Nordlek 2012 veðrur eisini ein summarlega fyri ungfólk í aldrinum 14 – 26 ár
hildin í Noreg næsta summar. Sláið Ring væntar at kunna senda eini 20
luttakarar til hesa leguna.

Mint varð eisini
á tiltakið um Brynhildartátt, sum hildið verður í Havn leygardagin 24.
september.

 

 

Ung í dansi 2011

Stað:

Sigursglæman á Húsum

Tíð:

Fara av Klaksvík fríggjakvøldið 16. september kl. 19.20 og eru aftur í Klaksvík leygardagin 17. september klokkan 18.00

Aldursmark:

13 – 17 ár. Ung, sum eru eldri enn 17 ár, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar.

Kostnaður:

Tiltakið er ókeypis og ferðendurgjald verður latið.

Viðføri:

Soviposa, undirlag, tannbust o.t., gangiskógvar, inniskógvar ella hálvhosur, skiftiklæðir, kvæðabók.

Tilmelding:

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 13.september. Tilmeldingin fer fram hjá Jónleif Johannesen á telef 235766 ella á telduposti jonleif.johannesen@skulin.fo

Kunning:

Øll kunning um tiltakið liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring www.sr.fo

Ferðaætlan til Húsar fríggjadagin 16. september

Tvøroyri – Tórshavn 15.30 av Tvøroyri leið 7

Sørvágur – Tórshavn 16.10 úr Sørvági leið 300

Skopun Gl.rætt 16.30 úr Skopun Leið 60

Gl. Rætt – Tórshavn 17.00 av Gl.rætt leið 101

Tórshavn – Klaksvík 17.30 úr Tórshavn leið 400

Klaksvík – Húsar 19.20 av Klaksvík Viljin

Ferðaætlanav Húsum leygardagin 17. september

Húsar – Klaksvík 17.35 av Syðradali Viljin

Klaksvík – Tórshavn 18.10 úr Klaksvík Leið 400

Kollfj.t. – Sørvágur 19.35 Frá kollafj.t. Leið 300

Tórshavn – Gl.rætt 20.30 úr Tórshavn Taxabuss

Gl.rætt -Skopun 21.00 AV Gl.rætt leið 60

Tórshavn – Tvøroyri 20.30 úr Tórshavn leið 7

skráin

Fríggjadagin 16. Sept.

18.30 Luttakarar úr Norðoyggjum til Húsar

19.20 Til Húsar við Viljanum

20.30 Nátturði

21.00 – 0.00 Almennur dansur ( limir úr Klaksvíkar Dansifelag luttaka )

Leygardagin 17. Sept.

9.00 Morgunmatur

9.45 Dansur og fyrilestur

10.15 Rasmus Joensen hugleiðir

Evnið er “Unga ættarliðið og kvæðamentanin”

10.30 Ólavur Syderbø

Evnið er: “Soleiðis læri eg meg kvæðini”

10.45 Vit læra okkum kópakvæði

11.30 Døgurði

12.00 Útferð til Mikladals og Trøllanesar

16.00 Av Húsum

18.00 Í Klaksvík

Dansispøl út í bók

Í samband við, at
Andrea Opielka fer at geva ritgerð sína um føroysk dansispøl út í bók, verður
skipað fyri útgávutiltaki í Havn. Eftir ætlan skal útgávudagurin vera
sunnudagin tann 13. november 2011.

Í hesum sambandi
hevur høvundurin heitt á dansifeløg um at luttaka á útgávudegnum við eini
framførslu av onkrum dansispæli. Vága Dansifelag hevur meldað til og fer hendan
dagin at framføra Slippudans.

 

 

Barnlek 2017

 

Av tí at Landsbókasavnið er upptikið er aðalfundurin fluttur á
Fróðskaparsetur Føroya V.U. Hammersheimbsgøta 16, Føroyamálsdeildin.

Leygardagin 10. september kl. 12.00.

Ung í dansi 2011

Tiltakið Ung í dansi 2011 verður hildið á Húsum.

Tilmelding hjá Jónleif Johannesen á 235766.

Barnlek 2017

 Nordlek hevur heitt á Sláið Ring um at standa fyri Barnlek 2017.
Vit hava játtað.
Hetta er nakað, ið tey, sum hava barnadans, kunnu síggja fram til.

Aðalfundurin 2011

 

Til øll dansifeløgini og
umboðsráðslimirnar



Við hesum verður boðað frá at aðalfundurin hjá
Sláið Ring verður

Leygardagin 10. septembur
2011 kl. 12.00 á Landsbókasavninum í Havn.

 

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins, og
harumframt hava feløgini møguleika at senda uppskot um mál, ið tey vilja hava
viðgjørd.

 

Mál, ið feløgini ynskja at viðgera á aðalfundinum
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. septembur
2011.

 

Adressur, umboðsráðslimir og
heimasíðan

Vit arbeiða við at dagføra heimasíðuna og m.a.
gera tað lættari fyri feløgini at brúka hana. Eisini arbeiða vit við at gera
hana meira virkna. Sláið Ring heitir á feløgini, um at velja ein lim, sum kann
taka sær av at umboða felagið á heimasíðuni og m.a. leggja tilfar út.

Vinarliga upplýsið eitt navn og eina
e-postadressu.

Eisini verður mint á upplýsingar um nevnd og
adressu.

 

Val av nevnd

Í ár stendur Rasmus Joensen fyri vali.

Varalimirnir eru: Anna Elisa Jacobsen, Atli
Dalsgaard og Hildur Vestergaard. Varalimir verða valdir hvørt
ár.

Barnlek 2011

 

Í døgunum 13. til 17. juli varð Barnlek hildið í Skive í Danmark.

Barnlek er dansistevna har børn, ung og foreldur koma saman at dansa og leika
og møta hvørjum øðrum.

Við úr Føroyum vóru 100 luttakarar, úr Sumba, av Økrum, úr Hovi, úr Skálavík,
av Sandi, úr Tórshavn, úr Haraldsundi, av Norðoyri, úr Klaksvík, av Húsum og av
Viðareiði.

Vit høvdu eina sera góða stevnu. Vit dansaðu nógv bæði í býnum og í hallum og
vit møttu eisini fleiri ungum úr hinum norðurlondunum.

Vit gleða okkum til komandi Barnlekstevnur.

Myndir eru lagdar undir myndasavnið.

Kalendar
Tíðindi
Limafeløg
Skráir
©Sláið Ring 2018
Vevstjóri
KREA
×