Útvarpsparturin í Kringvarpinum við Jóhann Mortensen á odda hevur stórt rós
uppiborið fyri sendingarnar Dansi val.
Sendingarnar geva dansifólki møguleika at lurta eftir kvæðum
og vísum úr kvæðasavni útvarpsins. Kvæðini og vísurnar eru valdar eftir ynski
frá kvæðaáhugaðum fólki runt alt landi. Hetta er ein avbera góður leystur. Eisini gevur sendingin okkum møguleika at
hoyra, hví gestirnir velja hesi kvæði og vísur, umframt at sendingin gevur
gestunum høvi at siga nøkur orð um sínar kvæðaupplivingar og tankar. Sendingin
er áhugaverd, gevandi og beinleiðis í trá Public Service sáttmála
Kringvarpsins. Sendingarnar eru eisini lagdar út á heimasíðuna kvf.fo, og gevur hetta okkum møguleika at lurta eftir sendingin nær tað skal vera. Óført.
Enn manglar ein týðandi partur, tað er kvæðaupptøkur, men sum
skilst á lagnum, arbeiðir Kringvarpið eisini við hesum partinum.
Tá kringvarpið í verki vísir, at menturnararvur okkara,
kvæðini og føroyski dansurin, verður raðfestur, eiga vit, sum eru í
dansifeløgunum at spenna okkum út og taka væl ímóti møguligum fyrispurningum um
kvæðaupptøkur. Tað er av týdningi, at vit á hvørjum ári leggja avtrat
kvæðasavni Kringvarpsins, so menturnararvurin áhaldandi kann vera ein livandi
arvur, okkum øllum at frama.
Mangan hevur verið illneitast inn á Kringvarpið vegna
væntandi raðfesting, men við sendingunum Dansi val livir útvarpsparturin í Kringvarpinum upp til
sín ásettað leiklut. Tí eiga vit at leggja glepsini til síðis og heldur lofta og
stuðla tí arbeiði, sum Kringvarpið ger í løtuni.
Stóra tøkk fyri fyri góðu sendingarnar, ið ríka og menna
mentan okkara.
Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring