Dansistevna í Odense

Deil

15 fótatraðkarar leitaðu sær til Odense um vikuskiftið, har Miðgarðsormurin skipaði fyri dansistevnu. Fótatraðk, Álaborg og Ung í Dansi luttóku, umframt onnur dansifólk. Ferðin hjá Fótatraðk byrjaði á Hovedbanegården leygardagin, har vit øll fóru við toki til Odense. Eftir check-inn gekk leiðin í snotuliga Norðuratlantshúsið, har Miðgarðsormurin hevði gjørt klárt til búgvið borð og eitt gott dansikvøld. Borðreitt varð við føroyskum smyrjibreyði og onkrum at sløkkja tostan við. Upphitingin til dansin byrjaði við eini váðaspurnarkapping, har slagið skuldi standa. Váðafúsu dansararnir skuldu gita, hvussu ofta “fruntur” bleiv nevnt í fruntatátti, hvussu nósarnir hjá kópakonuni itu og kvæði lýst við kensluteknum:

🧍‍♂️🛶🏝️🛌🔥🏃🏼‍♂️🏃🏼‍♂️🏃🏼‍♂️🤺🏊‍♂️🏊‍♂️🏊‍♂️🪦🪦🏝️🥱🙎🏼‍♂️👀🪓🪦?

Borðhaldið var stutt og gott. Mett og væl sett vóru fólk klár at dansa. Miðgarðsormurin legði fyri við Føroyingar, sum her nú koma saman og Flóvin Bænadiktsson. Fótatraðk skipaði Harra Pætur og Elinborg. Álaborg skipaði Brestis kvæði. Síðan var orðið frítt. Ung som gomul vóru fús at skipa, og dansurin gekk uttan slit til langt út á náttina. Summi valdu at fara heim at bukka sær beinini, meðan onnur leitaðu sær víðari í býin eftir góða dansin og hildu á til snimma á morgni. Øll komu tó heimaftur og náddu tokið aftur til Keypmannahavnar sunnumorgun. Vit takka Miðgarðsorminum fyri eitt sera gott tiltak og góðan dans í Odense. Vit gleða okkum til næstu dansistevnu ☺️

Fótatraðk

Onnur tíðindi