Erotisk folkedikting i Norden

Deil

MÁLSTOVA – KONSERT – DANSUR. Á Hotel Tórshavn 15. og 16. november 2019.

Í døgunum 15. og 16. november skipar norðurlendska netverkið “Erotisk folkediktning i Norden” fyri málstovu á Hotel Tórshavn. Har fara bæði føroyskir og norðurlendskir granskarar at skifta orð um erotisk drøg í skaldskapi á mannamunni, bæði í kvæðum og frásagnum. Til ber at tekna seg til málstovuna hjá Jarnfrid Kjøk: jarnfrid@online.no. Konsertin úti á háskúlanum fríggjakvøldið 15. november er almenn og ókeypis, og tað sama er galdandi fyri dansin í Hornahúsunum leygarkvøldið kl. 21. Um onkur hevur serligan áhuga fyri onkrum ávísum fyrilestri, ber til at venda sær til Tótu Árnadóttir á totaa@setur.fo, tað kann vera at har eru tøk pláss, men tey, ið tekna seg til alla málstovuna, hava eyðvitað fyrsta rætt.

Fullfíggjað skrá fyri tiltakið er í hesum pdf-skjali:

Verkætlanin Erotisk folkedikting i Norden – Seminar og nettverk 2017–2019 er fyriskipað við stuðli frá Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Norsk Kulturråd.

Onnur tíðindi