Klaksvíkar dansifelag á ferð

Deil

Einki hevur verið vanligt í føroyskum dansi seinasta árið – tí hevur Sláið Ring heitt á feløgini at taka serlig fyrivarni fyri koronasmittuni. Hetta hevur sjálvandi gjørt, at ikki ber til at hava almennan dans, fara dansiferðir uttanlands ella at feløg vitja hvørt annað. Fyri at halda lív í feløgunum, so hevur Sláið Ring givið feløgunum møguleika at søkja eina minni upphædd í serstakum styrki til innanlands tiltøk í hesum sambandi – hesum tók Klaksvíkar dansifelag av og fór útferð til Viðareiðis og gistu har, og gleðast vit í Sláið Ring um, at feløg finna øðrvísi mátar at halda lív í feløgunum. Her er stutt ferðafrásøgn og nakrar myndir frá túrinum.

Leygardagin 13 feb. fóru vit til Viðareiðis. Vit vóru 43 fólk í ferðalagnum. Á Viðareiði vóru vit væl móttikin á Hotell Norð. Eftir at hava gjørt okkum klár, fóru vit ein túr í bygdini. Joan Jacob Heinesen (Akke) var frásøgumaður. Hann greiddi frá um virksemi á Viðareiði í dag og samanbar við, hvussu bygdarlívið var broytt, síðani hann var barn. Eisini tók hann eldri søgur fram, ið lýstu virksemið í Føroya norðastu bygd gjøgnum tíðirnar. Vit steðgaðu á við eldru býlingarnar í bygdini og í gamla skúlanum. Túrurin endaði í Viðareiðis kirkju.

Eftir at hava vitjað í kirkjuni, fóru vit innar í Ónagerði, har fryntligu prestarhjúnini tóku ímóti okkum og greiddu okkum frá um prestagarðin. Síðani gekk leiðin aftur á hotellið, har vit slógu tunnu, áðrenn vit fóru til borðs. Maturin var framúr, og gott lag var á fólki. Tá borðhaldið var liðugt, fóru vit uppá gólv. Dansurin gekk lystiliga. Vit kvóðu kvæði og vísur av lættara endanum, og nógv vóru tey, sum hildu seg fram at við at skipa. Tá klokkan nærkaðist 2:00, endaðu vit við at telja jólini.

Morgunin eftir var góður morgunmatur á skránni. Síðani varð farið í kirkju. Eftir kirkjugongdina vendu vit aftur til Klaksvíkar – samd um, at vit høvdu havt ein sera góðan túr, sum setti eitt virðiligt punktum fyri dansiveturin 2020/21, sum annars hevði verið heldur spakur av koronaávum.

Jónleif Johannesen, form.
Klaksvíkar Dansifelag

Onnur tíðindi