Hóskvøldið 3. apríl hevur Klaksvíkar Dansifelag aðalfund. Fundurin verður í húsum felagsins, Skálanum, klokkan 19.30. À skránni er millum annað val av tveimum nevndarlimum. Nevndarlimirnir, ið standa fyri vali hesa ferð, eru Arni Sólheygg óg Brynjálv Sigurðsson. Eisini er val av einum tiltakslimi.
ì løtuni sita Heini Mohr, formaður, Arni Sólheygg, næstformaður, Elin Syderbø, kassameistari, Jónleif Johannesen, skrivari og Brynjálvur Sigurðsson, nevndarlimur í nevndini. Tiltaks limir eru Ása Petersen og Silja Michalsen.
Eitt innkomið mál verður á skránni. Talan er um at bjóða nýggjum limum ókeypis uppí felagið dansiveturin 2014/15. Grundgivið verður fyri málinum við at vísa á, at í november 2014 fyllir Klaksvíkar Dansifelag 60-ár og mett verður, at tað í hesum sambandi hevði verið hóskandi at bjóða nýggjum limum ókeypis upp í felagið.
Umframt sjálvan aðalfundin verður ein gamal filmur vístur av Klaksvíkar Dansifelag, har felagið er og vitjar í Eysbjerg. Eisini verða fyrireikinar gjørdar til eydnuhjólið, sum Klaksvíkar Dansifelag fer at hava sunnudagin 6. apríl.