Kyndulsmessudansur í Harladsundi
Eins og undan
farin ár verður vælumtókti kyndulsmessudansurin í Haraldsundi á skránni í 2011.
Hesaferð verður hann fríggjakvøldið 28 januar og byrjar dansurin klokkan 22.00.
Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 krónur og tá er matur íroknaður
prísin.
Fleiri dansifeløg hava víst kvøldinum
áhuga og hava sett kyndulsmessudansin á ská sína so væntandi verður dansurin væl vitjaður. Haraldsund er gomul kyndulsmessubygd, og
eru fyrireikararnir glaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu
siðmentan í bygdini.
Vegna
fyrireikararnar
Andrass
Jacobsen