Landsdansistevnan 2010,
hildin í Skopun
Góðu tit øll,
fyrireikararnir úr Sandoynni og øll tit, ið higar eru komin á
landsdansistevnu.
Ja, so eru vit aftur
samlaði til landsdansistevnu, hesuferð sum gestir hjá dansifeløgunum í
Sandoynni, Leikum Fagurt og Stígum Fast. Landsdansistevnan er eitt stórt tiltak
og krevur nógv av fyrireikarunum. Nógv er at leggja til rættis og nógv at síggja
til. Innbóðingar at senda, skrá at leggja, sangir at prenta, ferju at sigla,
borð at seta upp og nógv annað.
Eg kann ætla, at tit hava
havt nokk at síggja til, tit, ið eru vertir. Vegna Sláið Ring skal eg takka
tykkum fyri, at tit hava átikið tykkum landsdansistevnuna
2010.
Nú so mong eru samlaði
her, fari eg at nýta høvið, at taka fram ymiskt av tí, sum nevndin í Sláið Ring
arbeiðir við.
Fleiri mál hava verið
frammi í seinastuni, eitt teirra er málið um at fáa fleiri búðarvísur at velja
ímillum. Hetta hevur fingið nakað av umrøðu og eg tori at siga positivari umrøðu
og øll positiv umrøða er mennandi. M.a. skipaði Sláið Ring fyri fundi í
Miðlahúsinum, har uml. 80 fólk tóku lut. Hesin fundurin var sera væleydnaður.
Fleiri av luttakarunum tóku orðið og vit fingu eisini fleiri sjónarmið. Felags
fyri øll var, at fólk høvdu eina meinging um brúðardans. Gjøgnumgangandi temaið
var tygn og virðing í brúðardansinum. Fólk vórðu eisini samd um, at eingin fer
at velja eina brúðarvísu, ið honum ella henni ikki dámar og tí vilja vit altíð
fáa eina brúðarvísu, ið vendir sær til brúðarparið við tygn og
virðing.
Higartil eru trý uppskot
løgd út á heimasíðuna hjá Sláið Ring. Enn er møguleikin opin at koma við fleiri
uppskotum og at gera viðmerkingar ella ummæli, til tær, ið longu eru lagdar
út.
Eitt mál sum hetta, meti
eg, verður ment í fleiri stigum. Byrjan, har tankarnir verða bornir fram og
royndir gjørdar at lýsa málið og endamálið. Umrøðan og viðgerðin millum fólk,
sum førir nærri endamálinum. Tankar sum ástøði undir yrkingum og lagi, nýggj
umrøða av innkomnum uppskotum, nýggir – møguliga broyttir tankar, møguliga
fleiri uppskot og til seinast tað avgerandi, verða tey nýggju uppskotini vald
til at brúka.
Eg rokni við og vænti, at
hetta málið er í eini búningartíð, og at tað kemur framaftur seinni. Og møguliga
koma eisini fleiri uppskot inn. Kanska eisini uppskot um
løg.
Eitt annað mál, ið hevur
verið uppi á nevndarfundum og í samrøðum er roynd at fáa samstarv við Kringvarp
Føroya, um felags áhugamál – føroyskum dansi at frama. Kringvarpið fær fleiri
sera áhugaverdar sendingar, sum hava nógvar lurtarar og Sláið Ring sær møguleika
fyri, at fleiri fáa kunnleika til dansin og kvæðini og hetta skuldi so sást
aftur millum dansifólkið og vónandi eisini í feløgunum.
Eg meti, at sjøtul er
settur á og verður flógvin rætt drigin, kann munagott samstarv og arbeiði
spyrjast burturúr. Men einki er sjálvsagt og so eisini her. Vit mugu liggja
framvið og arbeiða við málinum.
Dansináttin, sum hevur
væl yvir 20 ár á baki, verður í ár leygarkvøldið 17. juli kl. 21.00 í
Norðurlandahúsinum. Hetta er samstarv millum Norðurlandahúsið og Sláið Ring og
helst ætlað bæði okkara fólki og gestum, ið eru og vitja. Ymiskt er hvussu hesi
dansikvøldini hava verið, men samanumtikið hava tey verið føroyskum dansi at
frama. Eg fari at bjóða øllum vælkomnum og vónadi verða vit fleiri, ið leggja
leiðina í Norðurlandahúsið leygarkvøldið 17. juli.
Í nevndin hava vit lagt
stóra orku í at fáa eina nýggja heimasíðu, har øll feløgini kunnu fáa møguleika,
at ráða yvir einum teigi, har tey kunnu leggja upplýsingar um nevnd, dansiskrá
og tiltøk. Ætlanin er, at feløgini skulu velja ein persón, ið fær ábyrgdina fyri
síðuni. Eg fari tí í kvøld at heita á feløgini, um at velja ein ábyrgdarpersón
og fari at biðja tey um at senda navnið á viðkomandi og e-post adressu inn til
Sláið Ring á heimasíðuni www.sr.fo.
Vit venda so aftur og
upplýsa um hvussu síðan skal brúkast. Málið verður eisini við á komandi
aðalfundi, ið verður um miðan september.
Samstarv við hini
Norðurlondini
Sláið Ring er limur í
Nordlek, sum er Norðurlendskur felagsskapur, ið vil virka fyri at halda og
fremja fólkadansin í Norðurlondum.
Til Havleik 2008 vóru
uml. 300 útlendingar og er tað, nakað minni enn í 2002.
Til Nordlek í Stavanger í
2000 luttóku uml. 70 úr Føroyum. Í Næstved í 2003 vóru uml. 50. Vit luttóku ikki
í 2006. Í fjør varð Nordlek hildið í Lahtis í Finnlandi og vóru vit uml. 30
luttakarar. Nú í juli mánaða skipar Ísland fyri Ísleiki og hava uml. 25 teknað
seg. Sum tit hava lagt til merkis, so er undirtøkan fallandi fyri hesum
tiltøkunum. Hvat tað hevur at tíða fyri samstarvið við Nordlek ella fyri Sláið
Ring, dugi eg ikki at siga, sum er. Men vit eiga at hava hetta í huganum, tá vit
líta frameftir.
Barna og
ungdómsdansurin
Her meti eg, at tað
arbeiðið sum feløgini og Sláið Ring leggja í barnadansin, sæst væl aftur. Til
seinastu barnadansistevnuna, ið var á Eiði fyri trimum vikum síðani vóru uml.
450 luttakarar. 350 børn og 100 vaksin.
Í vetur skipaði
Klaksvíkar Dansifelag fyri tiltakið fyri ung og fekk tað eisini góða undirtøku
úr fleiri støðum í landinum.
Eg meti tað soleiðis, at
her hava vit viðrák, sum vit eiga at brúka.
Tó vil eg eisini vísa á,
at vit eiga at geva okkum tíð og ikki fara skjótari fram, enn vit øll kunnu
fylgja við.
Sjálvur fari eg at takka
tykkum øllum, sum hava verið við til barnastevnurnar líka frá byrjan fyri 7 árum
síðani og til dagin í dag. Og til tykkara, ið hava barnadans: Haldið á tí tað
lønar seg. Og til tykkara, ið hava ætlanir um at taka hendan táttin upp: Hetta
loysir seg væl og gleðin við at vera saman við børnunum í dansinum
fløvar.
Eg skal eisini nevna, at
komandi Norðurlendska barnadansistevnan, Barnlek, verður í Skive í Danmark frá
13. til 17. juli næsta ár.
Upptøkur til
Kringvarpið
Eg fari her til endans
enn einaferð at heita á feløgini um antin einsamøll ella saman við ørðum, um at
fáa gjørdar upptøkur við kvæðum og vísum. At hava nýggjar upptøkur er av
alstórum týdningi fyri menningina av dansinum. Tey ungu og tey, ið ikki kenna
til dansin, eiga at kunna síggja samtíðarfólk í dansinum.
Nakað um
landsdansistevnuna
Endamálið við
landsdansistevnuni er sjálvsagt, at fólk við somu áhugamálum kunnu koma saman.
Her hittast fólk, heilsast, fáa vinir, skifta orð um mangt og hvat, og oftani
fellir prátið eisini á dans og kvøðing,
kvæði og vísur. Slíkar samrøður eru
sera gevandi. Tú hoyrir hvat onnur fáa butrur úr kvæðum, sum tú eisini
kennir og sum tú leggur annað í enn tey. Tey hoyra tína søgu og saman skapa tit
eina nýggja.
Slíkar samrøður geva
íblástur og stymbra, bæði í dansinum og í gerandisdegnum.
Høvuðspunktið á
Landsdansistevnuni er sjálvur dansurin og hann gleða vit okkum til, eisini í
kvøld og í nátt.
Við rokkin teir stóðu
– kvæðini
kvóðu.
Søgan varð
søgd
um kærleik og
brøgd
Í skíming tey
sótu
– hendurnar
lótu.
Tankarnir reika í
loftinum víða
– tey fyri sær síggja í
líðum teir ríða.
Vit í stórum ljósum
dansistovum,
somu kvæði kvøða og somu
søgu siga.
Hvussu berast tey í okkar
huga
– ríða teir á sýnini í
skærum morgunroða.