Ung í dansi 2010
Fríggjakvøldið 3. og leygardagin 4. september skipar Sláið Ring fyri
stevnuni Ung í dansi. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 – 17 ár. Onnur ung ,
sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at
melda seg til sum hjálparleiðarar.
Í ár verður stevnan hildin í Eiriksgarði í Dali. Dalur er gomul
dansibygd og hevur Eiriksgarður eitt framúr gott dansigólv, so umstøðurnar
skuldu verið tær bestu.
Stevnan byrjar fríggjakvøldið við nátturða. Eftir nátturðan verður
almennur dansur, har ungu luttakararnir sleppa at dansa saman við dansufeløgunum
í Sandoynni, Stígum Fast og Leikum fagurt og øðrum, ið leggja leiðina
framvið.
Leygarmorgunin er dansur og læra á skránni. Evnið á stevnuni hesaferð er
dansisiðir. Seinnapartin er ein útferð og kvøldseta á skránni. Sjálv skráin fyri
tiltakið liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring. www.sr.fo
Sláið Ring vónar at nógv ungfólk koma á stevnuna. Øll dansiáhugað
ungfólk eru hjartaliga vælkomin. Til ber eisini at melda skúlaflokkar til
stevnuna. Tilmeldingarfreistin er 31. august.
Tilmeldingin fer fram hjá Jónleif Johannesen á telefon 565766 ella á
telduposti jonleif.johannesen@skulin.fo
Við dansikvøðu
Sláið Ring