Arbeitt hevur verið
við at gera landsfelagnum hjá dansifeløgunum, Sláið Ring, nýggja
heimasíðu.
Hetta arbeiðið er
nú komið so væl áleiðis, at væntað verður, at síðan verður liðug um einar tvær
vikur ella so.
Sigast kann longu
nú, at síðan er brúkaravinarlig. Hon er gjørd í løttum litum og fer at geva eitt
nú limafeløgunum góðar møguleikar at lýsa við tiltøkum og fráboðanum yvirhøvur,
tey fegin vilja hava, at onnur skulu fáa lut í.
Hóast nýggja
heimasíðan enn ikki er heilt liðug, ber tó til at senda nýyrktar brúðarvísur til
Sláið Ring at leggja út á internetið. Vísurnar verða fyrst lagdar á verandi
heimasíðu, og síðan fluttar á ta nýggju, so skjótt hon er tøk. Tíðindaskriv um hetta er lagt út
aðrastaðni her á síðuni.