Risin og Kellingin

Deil

 Risin og Kellingin 

Lag: Tøkum lættar,
og lundum leikar, for mann 
latið váran dans væl falla. 

 

1. Risin er í Íslandi
undir grønum vølli,
kellingin í sama stað

hjá sínum stóra trølli.

 

2. Sita tey og keða seg,

hvat skulu tey spæla,

risin sprakk í loftið upp:

“Kom! Vit fara at stjala!

 

3. Kom vit fara náttartúr!

tað skal eg tær lova!

Arga vit so lítlabeiggja,

meðan hann man sova.

 

4. Kom vit fara náttartúr

vitja Føroyaland,

draga landið hendanveg

so oyggjar koma í bland!

 

5. So stuttligt verður um morgunin,

tá fólkið er farið í troyggju,

at Eysturoy hin føroyska

er partur av Vestmannaoyggjum.”

 

6. Tá ið dagur liðin var,

sólin fór í kav,

fóru bæði í gummistivlar,

at ganga tvørtur um hav.

 

7. “Skunda tær,” vóru risans orð,

“Her er eingin vandi,

kolmyrk nátt og einki ljós,

vit seta kós móti landi.

 

8. Eysturoy er so norðalaga,

hon er okkara mál,

Kollurin er ein góður krókur,

vit gera so gott eitt hál.”

 

9. Koma tey til oynna fram,

steðga í brimi væl,

Kellingin fær bandið tað,

um Kollin bindast skal.

 

 

10. “Klúgv nú upp, men skunda tær

leggja fetil á!

tú ert kvik og løtt á føti,

tú krøkir við stórutá!”

 

11. Kellingin rokast á Kollinum,

roynir eitt pelastikk,

“Toga nú!” rópar hon hvassliga,

og risin ger harðligt rykk.

 

12. “Eyameg!” skríggjar Kellingin,

“Hví leikar tú so í,

fjallið skrædnar, tín dummi hundur!

tað hoyrist í Kolslíð!”

13. Soleiðis gekk tá Ytri Kollur,
fekk sítt snið og skap,
kellingin royndi á øðrum sinni,
men Risin illa læt.

 

14. Risin stendur í bylgjuni,

leingi er at bíða,

“Skunda tær náttin líður nú,

brátt sólin upp man stíga.”

 

15. Kellingin stríðist við bandinum,

nú sæst ljós í eystri,

Risin rópar í heilum nú:

“Kom skundið okkum mót vestri!”

 

16. Kellingin tveitir band frá sær,

loypur í havið út,

ljósrípa sæst á himlinum,

sterkari en krút.

 

17. Tá  sólin rísur himni á

trøllini missa makt,

bæði Risin og Kellingin,

verða av ljósinum rakt.

 

18. Standa tey sum drangar tveir,

hyggja vestur í hav,

og Eiðiskollur vann í stríð,

meðan alt fólkið svav.

 

Bergljót av Skarði yrkti 2. nov. 2014.

 

 

Onnur tíðindi