Sjáldsamt kvæðatiltak

Deil

Einaferð í heyst boðaði Sláið Ring frá, at ætlanin var at kvøða øll trý Sjúrðarkvæðini uttan steðg. Tiltakið skuldi vera leygardagin tann 27. januar 2024 í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta ljóðaði áhugavert.

Tað verður kvøðið nógv runt um í landinum, mest í dansifeløgum, men stór kvæðir hava tað ikki so gott. Tey eru ov long til eitt vanligt dansikvøld, og tí detta tey burturímillum, og kanska duga færri og færri tey. Onkur long kvæðir og tættir sleppa tó upp í part, eitt nú Jákup á Møn, Grettiskvæði og Gøtuskeggar, men tey flestu longu kvæðini eru ongantíð á gólvi, og tí er vandi fyri, at tey verða gloymd.

Sjálvur dugi eg Regin smið hampiliga væl og nakað út í Brynhildartátt, men ikki eitt orð av Høgnatátti. Nú skuldi Høgnatáttur lærast so frægt, sum tað bar til. Metodan var at skriva Høgnatátt av, tó ikki í ta hondskrivaðu kvæðabókina, men í telduna. Tað arbeiði var ikki til onga nyttu. Minni enn so. Ikki minst málsliga áhugavert fyri ein gamlan lærara.

So upprann dagurin, tá ið Sjúrðarkvæði – allir tríggir tættirnir – skuldi kvøðast. Beint eftir klokkan 16 bjóðaði Gunnar fyri Sláið Ring vælkomið og hevði nøkur praktisk ráð, eitt nú at fólk kundu fara upp í køkin at fáa sær kaffi og kaku, tá ið tað kravdist. Gunnar bað okkum ikki práta í salinum, tí kvøðingin fór at verða tikin upp.

Eftir at Jón Rói sum ljóðroynd hevði skipað ”Føroyingar, sum her nú koma saman,” byrjaði Óli á Geilini Regin smið, sum hann kvað á sín hábærsliga og týðiliga máta, so hvørt orð hoyrdist. Tað hevur nógv at siga – ikki minst í stórum dansi. Eftir at Óli hevði endað 131. ørindi: ”… so skal taka upp annan tátt / og víðari leggja í minni,” var Jóhannis í Miðvági klárur við Brynhildartátti.

Jóhannis byrjaði og kvað niðurlagið eitt sindur øðrvísi enn Óli, so tað var eitt rættiligt skifti: virkaði sum eitt annað lag. Og so er stílurin hjá Jóhannisi meira dramatiskur, og hann hoyrist eisini væl. Brynhildartáttur er nakað av tí vakrasta og besta vit eiga, verður sagt, og har eru nógv vøkur og hugtakandi ørindir. Eitt dømi: “Brynhild situr á Hildarfjalli / mitt í faðir síns veldi / ljómin skein av akslagrein, / tað var sum at líta at eldi.”

Tað dugdu kanska ikki so nógv við, tá ið vit vóru komin út um helvtina, men tað bilti ikki petti, tí skiparin var treystur og tryggur, so tað bar væl til at lurta og fylgja við í søguni. Og tað er ein dygd í føroyskum dansi: at lurta! Og væl varð lurtað, líka til ørindi 238, tá ið skiparin kvað ”…so skal taka upp triðja tátt / og víðari leggja í minni.”

”Guðrun situr í Júkagørðum, / sorgina ber so tunga, / hon lovast ongum edilingi / eftir Sjúrð hin unga.” Soleiðis byrjar Høgnatáttur, triði og longsti táttur av Sjúrðakvæði. Tað var heimasandsmaðurin Kjartan Atlason, sum skipaði. Kjartan skipaði væl – í stíli ímillum Óla og Jóhannis. Hann dugdi kvæðið út í odd og egg, og tað kann ikki vera hvørsmansføri, tí kvæðið er nokkso fløkt við nógvum persónum – og langt.

Mann hevði kanska roknað við, at tað fór at tynnast við fólki, tí nú høvdi vit kvøðið so leingi og vorðin móð, men tað var so eiðasørt. Tá ið vit vóru komin út um helvtina, vóru tað 65-70 fólk í ringinum (eg taldi), og soleiðis var, til Kjartan kvað 254. ørindi: ”Høgni gisti sína móður / síðla dags á kvøldi, / síðan reið hann haðan burt / til kongin í Danaveldi.”

Hetta var ein megnardansur við hátíðardámi. At tað var byrjað so tíðliga ein seinnapart, gjørdi sítt til, at tiltakið var so væleydnað. Meginfelagið og øll, sum gingu á odda, eiga stóra takk fyri. Vónandi verður okkurt líknandi tiltak eina aðra ferð um ikki ov langa tíð.

Á Glyvrum, tann 31.januar 2024.
Jens Dalsgaard

Onnur tíðindi