Sjónvarpsupptøkur 25. mai 2019

Deil

Sum áður fráboðað verða sjónvarpsupptøkur í Skálanum í Klaksvík leygardagin 25. mai 2019. Sera góð undirtøka er hesu ferð, og tískil hava trý dansifeløg útsett sínar upptøkur til komandi vetur. Okkurt at eta verður á middegi til tey, sum dansa fyrrapart. Felags nátturði verður um kvøldið og aftaná verður føroyskur dansur, har øll eru vælkomin. Fyribils skrá liggur niðanfyri – nærri kunning og møguligar broytingar verða lagdar út seinni.

Kl. 10:00 26 ung (12-22 ár) dansa dansispøl
Sandoyardansur/Flóvin Bænadiktsson, Leon Johannesen skipar
Bandadansur/Torkils døtur, Brestir Bjarnastein Restorff skipar
Ríða ediling/Fram ríður

Kl. 11:00 Ung í Dansi
Í dans (Nú gerast kvøldini…), Ólavur Syderbø skipar
Gentukæti (Her nógv er at gera…), Silja Sivertsen skipar
Hr. Sinklar, Christian Jacobsen skipar
Torkils døtur, Brestir Bjarnastein Restorff skipar
Stolt Signhild, Rebekka Syderbø skipar
Flóvin Bænadiktsson, Leon Johannesen skipar

Kl. 12:15 Døgurðasteðgur

Kl. 13:45 Klaksvíkar Dansifelag
Ebbe Skammelsøn, Leivur Jacobsen skipar

Kl. 14:30 Vága Dansifelag
Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar
Seyðamannin á Sondum, Edvard í Skorini Joensen skipar
Grindavísan, Arnjohn Hvítklett skipar

Kl. 15:30 Eysturoyar Dansifelag
Norska Løva, Kathrina Hansen skipar
GáturímaKristian Jacobsen skipar
StrandatátturJoen Carl Danielsen skipar
FótbóltstátturinKarstin í Húsinum skipar

Kl 16:15 Norðstreymoyar Dansifelag (við stuðuli frá Eysturoyar Dansifelagi)
Jeg ser så mangt et orlogsskib, Hans Dávid Vík skipar
Viljorm kornus, Maria Kristiansdóttir skipar

Kl. 17:00 Stígum Fast og Leikum Fagurt
Finnboga ríma, Helga Hilmarsdóttir og Annika Olsen skipa
Aligast ríma, Símun Erik Johannesen skipar
Vilmunds kvæði, Tormóð Nielsen skipar

Kl. 18:00 Upptøkurnar lidnar

Kl. 18:15 Felags nátturði

Kl. 19:30 Felags dansur í Skálanum

Onnur tíðindi