Skráin hjá Dansifelagnum í Havn

Deil

Sum vanligt hevði Dansifelagið í Havn aðalfund fyrsta fríggjakvøld eftir heystferiuna. Nú eru skráin fyri veturin løgd og er hon at finna niðanfyri umframt undir “Limafeløg > Dansifelagið í Havn”. Vanligt hevur verið at taka ymisk lættari kvæði og vísur, sum ikki standa á skránni. Fyri at gera tað lættari hjá nýggjum fólki at koma uppí, hava vit í ár gjørt av, at gera eina roynd at hava minst eitt lættari/vanligt kvæði ella vísu á skránni hvørt kvøld.

Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Veturin 2012-13 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldini 12.10, 26.10, 2.11, 9.11, 16.11, 23.11, 30.11, 7.12, 4.1, 11.1, 18.1, 25.1 og 1.2, kl. 20:00. Skrá sæst undir hvønn dag í kalendaranum her á sr.fo. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

Skrá fyri veturin 2012-13

Dansað verður vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22-24. Áðrenn farið verður upp á gólv er ein drekkamunnur. Skráin fyri veturin er niðanfyri. Tá avboð eru ella stundir annars eru, verða fyrifallandi lættari kvæði ofta tikin. Øll eru vælkomin at møta til dansin í Hornahúsunum.

Frí. 26.10 Aðalfundur
Frí. 2.11, kl. 22 Eingin skrá
Frí. 9.11, kl. 22 Huldugentan, Jóhannis
Ribbolt er en grevesøn, Niels

Det er i Nat en Vagenat, Birgir
Ormurin Langi, Janus Kamban
Frí. 16.11, kl. 21 Hugnakvøld
Okkurt verður at fáa av mati og drekka
Geyti Áslaksson, Hákun
Svend Vonved, Niels
Brestiskvædi, Gunnar
Frí. 23.11, kl. 22 Larvin Dvørgakongur, Bynne
Stærke Tidrik, Janus úr Dímun
Ebbe Skammelsøn, Janus Kamban
Aligast ríma, Niels
Frí. 30.11, kl. 22 Trøllini á Hornalondum, Wentzel
Einars ríma, Jóhannis
Vilmundskvædi, Birgir
Harra Pætur og Elinborg
Frí. 07.12, kl. 22 Kong Tidrik sidder udi Beren, Hákun
Der bor en Jarl i Engeland, Niels
Tístrams táttur, Janus úr Dímun
Sigmunds kvædi yngra
Frí. 04.01, kl. 22 Jøkilskvædi, Janus úr Dímun
Kong Oluf og hans broder kær, Niels
Magnus Kongur av Noregi, Jóhannis
Flóvin Bænadiktson
Frí. 11.01, kl. 22 Ragnarskvædi, Wentzel
Fru Ingeborg, Niels
Viljormur Kornus, Randi
Frí. 18.01, kl. 22 Gunnleygs Kvæði, Hákun
Gudbrandskvædi
Frí. 25.01, kl. 22 Torkils døtur, Randi

Gáturíman, Jóhannis
Aalebrands vísa, Heini
Frí. 1.02, kl. 22 Virgarskvædi, Jóhannis
Grindavísan, Janus Kamban
Hr. Sinklar
Ley. 09.02, kl. 20 Ársveitsla
Borðhald í Sjónleikarhúsinum
Dansur í Hornahúsunum
Onnur tíðindi