Tað var ógvuliga stuttligt á Giljanesi 22. februar

Deil

Hey
tit øll fantastisku børn og vaksin, sum sýndu okkum ta gleði at koma vestur í
Vágar at dansa saman við okkum í Vága Dansifelag. At 300 børn og 100 vaksin
komu á Giljanes at dansa var ógvuliga stuttligt. Túsund takk fyri.

Stevnan bleiv sett klokkan 10:00 av formanninum í
Sláið Ring, Jónleif Johannesen, og síðan varð farið at dansa. Vit vóru eitt
sindur í iva, um vit fóru at passa øll inn í fimleikarhøllina at dansa, men tað
bilti einki – tað var eitt sindur trongt at byrja við, men dansurin gekk so
listiliga. Øll dansaðu – stór børn,lítil børn, ung fólk og gomul fólk. Tað var so stuttligt. Fleiri børn
skipaðu, og sjálvt um ringurin var sera stórur, var eingin trupulleiki at halda
stevið.

Tá vit høvdu dansað í út við 2 tímar, fór helvtin at
luttakarnum at fáa sær døgurða, og hin helvtin fór útferð við bussum. Ein
partur fór til Sandavágs, og hin parturin fór til Miðvágs. Í Sandvági steðgaðu
tey við minnisvarðan av Hammershaimb, faðirin at skriftmáli okkara. Síðan fóru
tey í kirkjuna. Frásøgufólk í Sandavági var Heini F. Petersen.

Tey, sum fóru til Miðvágs, fóru fyrst í kirkjuna,
har Hildur Joensen greiddi frá. Síðan fóru tey yvir um vegin at hyggja eftir
standmyndini av Mikkjali á Ryggi, og so inn í Beitið, barnaheimið hjá Mikkjali
á Ryggi, har Vága Dansifelag dansar hvørt sunnukvøld vetrarhálvuna. Mikkjal
yrkti Brestiskvæðið, sum onkur av børnunum  hevði skipað fyrr um dagin. Í Beitinum varð
eisini dansað.

Tá øll høvdu etið og verið útferð, varð farið aftur
at dansa, og vit dansaðu og stuttleikaðu okkum til klokkan var farin av trý. Tá
máttu fleiri fara fyri at náa rútuna heim aftur.

At enda takka vit Hildur Joensen og Heina F.
Petersen fyri góðar frásagnir í kirkjunum. Eisin ein hjartans tøkk til tykkum
mongu hjálparfólk á Giljanesi og ferðaleiðarar í bussunum.

Vegna Sláið Ring og Vága Dansifelag

Vinarliga

Anna Elisa Jacobsen

Hornavegur 11

370 Miðvágur 

Onnur tíðindi