Tíðindaskriv

Deil

 

Við hesum skal Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama, siga
frá, at nevndin, ið sett varð at meta um og taka støðu til innkomnu uppskotini
um nýggja brúðarvísu, hevur tikið avgerð og latið málið frá sær.

Í brævi til Sláið Ring, sigur nevndin m.a:

 Ein brúðarvísa, ið fólk skula kunna kennast við, eigur at hava hóskandi
virðiligan og hátíðarligan dám so hon kann eyðkenna sítt serstaka høvi.

Innkomnu uppskotini vóru áhugaverd. Summi vóru yrkt eftir kendum leiðum,
meðan onkur yrkjari vísti hug til eisini at endurspegla skiftandi uppfatanir í
nútíðini um samlív og hjúnarlag. Nógv góð hugskot og væleydnaðar orðingar vóru
at finna. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki einstakt uppskot í
síni heild kann lúka tey skaldsligu, málsligu og innihaldsligu krøv, ið mugu
setast til eina brúðarvísu. Tí mælir nevndin til, ikki at lata nakra
virðisløn.
 Niðurstøðan er grundað á kappingarreglurnar, har sagt
verður, at nevndin hevur rætt til einki uppskot at taka.
 Niðurstøðan er
einmælt.

Nevndin í Sláið Ring hevur tikið hesa avgerð til eftirtektar og kappingin
um nýggja brúðarvísu er sostatt lokin á hesum sinni.

Sláið Ring hevur innkomnu uppskotini í varveitslu, men skjýtur upp, tí
vit vita ikki hvørjir innsendararnir eru, at tað tilfarið, sum Sláið Ring hevur,
verður fyribeint innan 15. mai 2008.

Er tað so, at onkur vil hava sítt uppskot aftur, skal viðkomandi kunna prógva
fyri Sláið Ring, at viðkomandi eigur uppskotið.

Sláið Ring takkar øllum tykkum, ið sendu uppskot inn, eins og vit eisini
takka dómsnevndini fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt.

Onnur tíðindi