Ung dansiáhugað í Nólsoy

Deil

 

Við Ternuni klokkan 18 í gjár komu um 30 dansiáhugaðir ungdómar út til Nólsoyar, har tey skulu hugsa sær saman og dansa føroyskan dans.

 

Tað er Sláið Ring, samtakið av føroyskum dansifeløgum, ið skipar fyri slðikari stevnu einaferð um árið.

 

– Í fjør vóru vit í Tjørnuvík, og í ár eru vit í Nólsoy. Vit royna at spjaða hesa stevnuna runt um í oyggjunum, og hetta er áttanda árið, at slík stevna verður hildin, sigur onnur av leiðarunum, Hildur Kruse Sørensen.

 

Hetta er eitt tiltak, sum Sláið Ring tók stig til fyri átta árum síðani, og tað er fyri at savna tey ungu, sum eru vorðin ov gomul til barnadansin.

 

– Vit hava hesar stevnurnar fyri at vísa teimum ungu á, at tað eru onnur, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi, og hesar stevnurnar eru við til at eggja teimum ungu til at halda fram við at dansa í feløgunum, sigur Hildur Kruse Sørensen.

 

Sjálv kemur hon av Eiði, og hin leiðarin, Elin Syderbø, er av Húsum.

 

– Hetta er ein hópur upp á 32 ungdómar í aldrinum 13 til 22 ár. Nøkur eru komin í dag, tí Norröna sigldi ikki seinnapartstúrin í gjár, og tí sluppu tey úr Suðri ikki norður fyrr enn í morgun, sigur Hildur Kruse Sørensen.

 

Tá vit vóru fram við Royndarhúsinum um miðdagin, har tey ungu húsast, vóru tey á veg at síggja seg um í bygdini við lokalum guidum.

 

– Temaið til hesa stevnuna, er Fruntatátturin. Tað hildu vit var ógvuliga passandi, tí tað er jú Nólsoyar Páll, ið hevur yrkt. Í kvøld hava vit so bjóða nólsoyigum at koma at dansa Fruntatátt saman við okkum, og tað verður ein lokalur, ið fer at skipa, sigur Hildur Kruse Sørensen, áðrenn farið verður ein spákingartúr í bygdini.

Onnur tíðindi