Vikuskiftið 25.- 27. septembur 2026 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Dali. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Hetta er afturvendandi tiltak, ið Ung í Dansi, ungdómsfelagið hjá Sláið Ring, skipar fyri á hvørjum ári.
Í ár verður legan hildin í Dali, har vit møtast til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna. Tað verður massar av stuttleika og gaman, sum tað plagar. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja eitt sindur um bygdina og um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.
Aðalfundur hjá Ung í Dansi verður leygarkvøldið 26. septembur og felagið skipar eisini fyri almennum føroyskum dansi í Dali seinni hetta leygarkvøldið, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið er rúsfrítt og er ókeypis.
Øll í aldrinum 12 til 30 ár eru vælkomin at tekna seg, við at ringja ella smsa til Jón Róa Høgnesen á tlf. 276301, ella venda sær til ein annan í nevndini. Tey, sum ikki hava goldið limagjald á kr. 100 í 2026, kunnu gjalda tað í Dali ella flyta tað á konto 9181 – 156.436.8 í Betri banka. Viðmerk navn.
Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 22. septembur 2026 á midnátt. Nærri kunning viðvíkjandi ferðing og skrá til leguna kemur seinni á sr.fo og á facebookbólkin Ung í Dansi.
Vit gleða okkum ómetaliga nógv at síggja tykkum og vóna at nógv koma at stuttleika sær í søguligu og hugnaligu dansibygdini, Dalur.
Um nakrir spurningar skuldu verið, setið tykkum í samband við Rakul á Steig, næstforkvinnu, á tlf. 285766, ella til Jón Róa Høgnesen, skrivara, á tlf 276301.