Vitjan úr Noregi

Deil

 


Frá
24-28 juli høvdu vit í Eysturoyar dansifelag vitjan av 32 fólkum frá
dansifelagnum “Rakne” úr Noregi.  Tey
hava heimstað í Jessheim, sum liggur nærhendis Eidsvoll nakað norðanfyri Oslo.  Nøkur av teimum vóru eisini í Føroyum fyri 25 árum
síðani, tá sama felag vitjaði í Klaksvík.

Vestanfyri
Jessheim liggur “Raknehaugen”, sum er størsti gravheyggur í Norðureuropa.
Heyggurin er gjørdur uml. 550 e. Kr. 
og  verður hildin at vera ein
kongagrøv.  “Leikaringen Rakne”, sum er
stovnað 1965,  hevur fingið sær navn
eftir hesum heyggi.

Høvuðsørindini
hjá teimum  vóru at uppliva Ólavsøku, so
tey fóru til Havnar at vera, tá tey høvdu verið hjá okkum í tríggjar dagar.

Tey
komu við flogfari hóskvøld og høvdu innivist á Hotel Runavík.  Fríggjadag fóru vit til Havnar eftir oyggj,
fyri at vísa teimum vakra útsýnið – serliga av Norðadalsskarði og vestureftir.
Men tað var so kjaftsvart í mjørkja, at vit sóu slett onki, fyrr enn vit komu  omanum Hotel Føroyar, har tey búðu um Ólavsøkuna.
 Vitjaðu fyrst á Fornminnisavninum og
fóru so við býbussum  oman á Marco Polo,
har vit høvdu bílagt buffet. Tey vóru samd um, at vit eiga eitt gott tjóðsavn
og púra ovfarin av, at tað er ókeypis fyri brúkaran at koyra við býbussi. Vit
gingu  úti á Tinganesi, fingu høvi til at
fara inn í Dómkirkjuna, sum stóð opin og gingu í miðbýnum til kl. 15.00, tá vit
fóru túr við Norðlýsinum – framvegis nógvur mjørki.  Vit avgjørdu at leggja at í Nólsoy fyri at vita,
um tað klárnaði eitt sindur.

Birgir
Enni, sum hevur ført Norðlýsið í nógv ár, gav okkum tey hyggjuráð at ringja til
Jens Kjeld Jensen, fuglaútstappara.  Og
væl bar til – hann var inni og játtaði beinanvegin at taka ímóti hesum 36
fólkunum.  So ístaðin fyri at síggja
livandi fugl, so fingu  vit  góða frágreiðing um lunda, havhest, drunnhvíta
v.m., umframt at vit sluppu inn á verkstaðið hjá honum. Norðlýsið førdi okkum
inn aftur til Runavíkar.

Leygardagin
byrjaði skráin kl. 11.00, tá dansiframsýning var á torginum sunnanfyri
býráðshúsið í Runavík.  Veðrið var gott
og kunningarstovan hevði vundið føroyska flaggið á stong og lýst tiltakið so
mikið væl, at tað mundu vera uml. 100 fólk, 
tá norðmenninir eru taldir við. 
Aftaná framsýningina dansaðu vit føroyskan dans eina løtu.

Tey
dansaðu eftir livandi tónleiki – ikki violin, sum vit ofta síggja – men tvær
systrar spældu uppá harmoniku ella trekkspel, sum tey siga í Noregi. Pápi
teirra hevði lært tær at spæla. Ole Johan Røtterud, sum er dansileiðari hjá
teimum, greiddi væl frá bæði tjóðbúnum og dansi. Seinnapartin vitjaðu tey í
Norðagøtu og nýggju kirkjuna við Gøtugjógv.

Um
kvøldið var veitsla á Sjókafeeini, har vit vóru 65 fólk í alt. Sum gávu fingu
vit eina bók við heitinum “ Romeriksbunaden”, sum Rakne  gav út á egnum forlag 1985.

Sunnudagin
gingu vit runt um Toftavatn fyrrapartin í góðum veðri, meðan vit seinnapartin
fóru við bussi til Oyndafjarðar, Funnings og Gjáar. Tá døgurðin var etin á
Gjáargarði, sungu vit báðar tjóðsangirnar.  Norðanfyri var mjørki og sirm, so vit sóu
hvørki Slættaratind ella Risa og Kelling.

Vit
søgdu gestunum farvæl, tá vit komu aftur til Runavíkar. Fremmandafólkini fáa
sjálvandi nógv at vita á einum slíkum túri, men vit sum leggja túrin til rættis
fríska eisini nógv uppaftur og síggja 
støð í Føroyum, sum vit annars ikki høvdu  vitjað. Tríggir góðir dagar at enda komnir.

 

 

 

                                                                                  

Onnur tíðindi