Ársaðalfundur hjá Dansifelagnum í Havn

Deil

Ársaðalfundurin hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 24. oktobur 2014, kl. 21:00.

Til aðalfundin kunnu nýggir limir tekna seg, og limirnir kunnu sum vanligt skriva seg upp at skipa í vetur. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Barnadansurin í Norðurlandahúsinum byrjar 10. oktobur 2014, kl. 20:00 – sí annars skrá fyr barnadansin 2014-15. Ársveitslan verður leygarkvøldið 14. februar, kl. 20, og er hetta eisini seinasta dansikvøldið í vetur.

Nevndin í felagnum hevur gjørt av at kvøða brúðarvísurnar og aðrar vísur og kvæði, ið hava samband við brúdleyp, til upptøkur á DVD. Skráin til tað tiltakið er hendan:

Hetta tiltakið verður leygardagin 22. nov 2014, kl. 16:00 í Hornahúsunum. Upptøkurnar verða skipaðar sum vanligt, og eftir upptøkurnar verður hugnakvøld fyri limum felagsins. Samstundis verður dansurin fríggjakvøldið 21. nov. 2014 avlýstur. Til hesa upptøku er ikki krav um, at øll eru í føroyskum klæðum. Samlaður tekstur til upptøkurnar: pdf-skjal at taka niður. Á heimasíðuni hjá Dansifelagnum er eisini ein grein um ymiskar skikkir í sambandi brúðarvísur og brúðardansur.

Av tí at eingin skrá er fríggjakvøldið 24. okt., kvøða vit I ærlige bruderfolk og Kong Hans. Fríggjakvøldið 31. okt. kvøða vit Várharra hann segði, og Fisken tager sin føde i vand.

Viðvíkjandi limagjaldi

Vit heita á limir felagsins um at rinda limagjaldið á kr. 300 við at flyta á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Viðmerk navn og limagjald 2014/15. Mint verður á, at limir undir útbúgving og limir, sum eru yngri enn 20 ár, rinda ikki limagjald.

Við vón um enn ein góðan dansivetur!

Onnur tíðindi