Barnadansistevna í Havn 11. februar 2017 – at
seta við….
Hetta er
fimtu ferð at barnadansistevnan er í høvuðsstaðnum. Tær báðar fyrstu barnadansistevnurnar,
sum Dansifelagið í Havn skipaði fyri, vóru á Háskúlanum í 2004 og 2005. Í 2011 tók Tøkum Lætt sær av stevnuni, meðan
Rasmus skipaði fyri 10. stevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum í 2013.
Dansifelagið í Havn og Tøkum Lætt hjálptu til. Í ár skipaðu Dansifelagið í Havn
og Tøkum Lætt fyri í felag, og tað
riggaði stak væl. Dansur og drekkamuður vóru í Sjónleikarhúsinum, og vit fingu
døgurða í KFUM. Tað bar væl til, tí tað er stutt at ganga ímillum. Hesaferð
fingu vit sodavatn, sum Føroya Bjór hevði latið til stevnuna. Tað er spennandi
at koma á stevnu hvørja ferð, tí hóast skipaðar eftir sama leisti, so eru
stevnurnar kortini so ymiskar alt eftir umstøðum og møguleikum á staðnum.
Hesaferð
vóru tvær útferðir at velja ímillum – Kringvarpið og Brandstøðin. Vit í
Eysturoyar dansifelag sluppu í Kringvarpið saman við m.a. Leikum Fagurt. Johan
Mortensen, sum í fleiri ár hevur havt sendingina “Dansival” í útvarpinum
hóskvøld í dansitíðini, var bæði blíður og týður. Vit byrjaðu har, sum
sjónvarpsupptøkurnar til “dag og viku”, “3-2” og “Gekk” verða sendar. Gekkahjólið
fekk av at vita frá børnunum. So sluppu vit eisini inn hagar, sum beinleiðis
útvarp verður sent. Johan segði okkum, at uml. 80 fólk arbeiða í kringvarpinum,
sum nú alt er undir einari lon. Tey, sum vóru á brandstøðini, lótu eisini væl
at.
Dansurin gekk
væl. Væl klárað, at uml. 400 fólk kunnu dansa við sama stevi so leingi. Vit
kvóðu eftir raðfylgju, sum var gjørd frammanundan. Haldi kortini, at børnini
skuldu sloppið at skipa meir sjálvi. Sumbiar dansifelag kvað “Kellingin við grúgvustein” , sum var
forkunnugt at hoyra við niðurlagnum “ der går en dans for Dúnoy , forgloym ikki
meg”. Tað plagdi mamma onkuntíð at brúka til “Torkils døtur”.
Fyriskipararnir
stóðu nógv av tíðini uppi á pallinum í Sjónleikarhúsinum og hugdu at. Tað sá út
fyri mær, sum yngra fólkið í Dansifelagnum í Havn hevur tikið við nú. Gunnar og
Birgir vóru í sving, meðan Niels stóð so fattur og hugdi at. Tað skal vera
honum væl unt. Hann hevur tænt føroyska dansinum væl – sera væl.
Kunning um
Barnlek var eisini á stevnuni – sjónvarp frá øðrum barnleksstevnum var at
síggja og ørk blivu býtt út. Barnlek er norðurlendsk barnadansistevna, sum
verður hildin 3. hvørt ár upp á skift í Norðanlondum. Í 2014 var hon í
Reykjavík.
Ætlanin er,
at Leikum Fagurt og Stígum Fast skulu skipa fyri barnastevnuni 2018 í
Sandoynni.
Vit takka Dansifelagnum
í Havn og Tøkum Lætt hjartaliga fyri ómakin.
Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.