Barnadansistevnan verður stór

Deil

 Leygardagin 18. apríl fara 420 ungir dansarir at dansa allan
dagin, Suðuroynna á tamb.

Dansararnir koma allastaðni frá, og byrjar tiltakið á Krambatanga við
einari dansigongu til ítróttarhøllina í Trongisvági, har stevnan verður sett av
Rasmussi Joensen, formanni í landsfelagnum føroyskum dansi at frama, Sláið
Ring. Eftir at Nita Næs hevur kunnað luttakararnar um dagin, verður
dansað fram til miðdag.
 
Eftir, at øll hava fingið døgurða, verða luttakararnir koyrdir í tveir
bólkar, har annar fer suðureftir og steðga tey í Sumba og í Vági, har tey dansa
ávíkavist í dansistovuni í Sumba og í Jómsborg. Hin bólkurin ferðast í
norðaru helvt, og steðgar í Fámjin, Hvalba og í Sandvík, har tey dansa í
Vesturhøll og í Roynhøllini.
 
Dansitiltakið endar, har tað byrjaði – á Krambatanga, har tey sláa ring.
Hetta verður áðrenn fráferðina hjá Smyrli.
 
Landsdansistevnan fyri børn og ung er eitt afturvendandi tiltak. Í fjør var
hon í Sandoynni, og vóru tá 350 luttakandi.
 
Luttakandi dansifeløgini í ár eru: Sumbiar dansifelag, Tøkum Lætt,
Jómsvíkingar, Vága Dansifelag, Leikum Fagurt, Stígum Fast,
 Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Klaksvíkar Dansifelag, Eysturoyar
Dansifelag, Dansifelagið í Havn og næmingar úr St. Frants skúla í
Havn.

Kelda : Suðurrás 11 apríl

Onnur tíðindi