Barnadansurin trívist væl

Deil

 Í ár hava 11 dansifeløg søkt um stuðul til barnadans frá Sláið Ring. Hetta boðar frá, at barnadansurin er sera virkin. Umsóknirnar eru úr øllum landinum. 

Flestu dansifeløgini hava barnadans hvørja viku. Ein av stóru tiltøkunum, sum børnini gleða seg til, er árliga barnadansistevnan. 

Barnadansistevnan 2014 verður í Vágunum 22. februar. Til barnadansistevnurnar er vanligt, at luttøkan er stór. Uml. 500 børn og vaksin eru von at samlast á barnadansistevnuni. 

Ungdómarnir, sum í fleiri førum eru partur av barnadansinum, kunnu eisini gleða seg. Tann 24 – 26 januar 2014 verður Ung í dansi. Hetta er ein stevna fyri ungfólk, sum eru áhugaði í føroyska dansinum. Ung í dansi 2014 verður í Nólsoy. 

Fleiri av virknu børnunum hava eisini meldað seg til Barnlek 2014. Hetta er ein stevna fyri fólkadansarar úr øllum norðurlondum. Barnlek 2014 verðr fyrst í juli. Stevnan verður í Íslandi beint uttan fyri Rekkjavík. 135 børn og ung úr Føroyum hava meldað seg til Barnlek 2014. Hetta er ein greið ábending um, at barnadansurin í Føroyum hevur tað gott, og at tað eru fólk í dansifeløgunum, ið leggja lív og sál í at virka føroyska dansinum at frama. Hetta er at frøast um.  

Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring

Onnur tíðindi