BARNLEK 2014
9. – 12. juli
Síðani 1992 hevur
norðurlendska barnadansistevnan BARNLEK verið hildin triðja hvørt ár í einum av
teimum stóru Norðurlondunum.
Næstu ferð verður BARNLEK
hildin í Varmárskúlanum í Mosfellsbær beint norðan fyri Reykjavík, einar 10 km
frá miðbýnum. Á stevnuni búgva luttakararnir í skúlastovum.
Sjálv stevnan verður sett
mikudagin 9. juli og endar leygarkvøldið12. juli.
Møguleiki er at gista á skúlanum frá leygardegnum 5. juli til sunnudagin
13. juli.
Kostnaðurin fyri stevnuna er 1800 kr. Íroknað kostnaðin er gisting í
skúlastovum og matur frá døgurða 9. juli til og við morgunmati 13. juli. Blusa
og stevnumerkið er eisini íroknað prísin. Afturat hesum kemur ferðakostnaður,
gjald fyri útferðir o.a.
Um nóg
stórur áhugi er, verður skipað fyri felags ferð til Íslands.
Vit kunnu
ferðast soleiðis, at vit fara úr Føroyum mikudagin 9. juli og koma aftur mikudagin
16. juli. Hetta tykist at vera lagaligastu flogmøguleikarnir, um vit ferðast
saman.
Skulu vit
tryggja okkum hesi plássini mugu vit boða frá áðrenn 4. des.
Hetta
verður gjørt við at boðað frá sum skjótast og í seinasta lagi 2. des. við
telduposti á trygvi.samuelsen@skulin.fo ella tlf. 228624 – 281468
og flyta 200 kr á
konto 9181 1321686.
Ein
vaksin skal vera við fyri hvørji fimm børn.
Annars er
seinasta freist at melda til 1. mars 2014. Hetta verður gjørt við at gjalda
1000 kr á konto 9181 1321686 .
BARNLEK 2014
Kostnaðarmeting
Tilmelding,
gisting og uppihald á stevnuni 1800
kr
Tríggjar
eyka gistingar 900
Flogferðaseðlar 2695
Keflavík-Reykjavík aftur og fram 300
Útferðir 500
Tils. 6195
kr
Nærri fæst at vita við at seta seg í samband við Mariu Kristiansdóttir
á tlf. 228624 ella Trygva Samuelsen tlf. 281468 ella við telduposti á trygvi.samuelsen@skulin.fo