BARNLEK 2026 verður í Ekenäs í Raseborg kommunu í Finnlandi í døgunum 21. til 26. juli 2026.
Sláið Ring skipar fyri ferð fyri føroyingar, ið ætla við á stevnuna. Tað eru 90 tøk pláss, og tá hesi er farin, er fult.
Ferðaskrá:
- 19. juli 2026, kl. 08:20: fráferð úr Vágum, millumlenda í Kastrup, lenda í Stockhólm kl. 14:10
- 19. juli 2026: Sigla úr Stockholm um kvøldið, gista umborð
- 20. juli 2026: Koma til Åbo (Turku) mánamorgun, fara útferð til Mumiland, koma á stevnuøkið um kvøldið
- 21.-25. juli 2026: Stevnan byrjar við aktivitetum týsdag og endar leygarkvøld.
- 26. juli 2026: Morgunmatur og fráferð við bussi til Helsinki
- 26. juli 2026, kl. 18:05: Fráferð úr Helsinki til Keypmannahavn, har vit lenda 18:45. Vit syrgja sjálvi fyri gisting í Keypmannahavn
- 27. juli 2026, kl. 06:15: Fráferð úr Kastrup til Vágar
Luttakarar
Málbólkurin er børn í aldrinum 8-16 ár. Tó so, at yngri børn kunnu koma við, serliga um tað er í fylgi við eldri systkjum. Hini londini hava tónleikarar og instruktørar, ið stýra dansinum, og tað hava vit ikki, tí loyva vit eisini ungum upp til 20 ár at luttaka sum ungdómsleiðarar. Øll undir 18 ár mugu hava onkran, ið hevur ábyrgd av viðkomandi.
Prísir
Kostnaðurin fyri stevnuna er DKK 10.000 krónur. Tá er íroknað flogferð, ferja, bussur í Finnlandi, útferð í Mumiland, gisting í skúlastovum, matur á stevnuni, stevnugjald. Luttakarar syrgja sjálvir fyri trygging, ferðing til og frá flogvøllinum í Føroyum, mat meðan vit eru á ferð og gisting í Keypmannahavn á veg heimaftur. Sláið Ring og Ung í Dansi stuðla luttakarum á hendan hátt:
- Vaksin fáa stuðul á kr. 500, og skulu soleiðis gjalda DKK 9500
- Børn og ung upp til 20 ár fáa stuðul á kr. 3000, og skulu soleiðis gjalda DKK 7000
Fyri at fáa nevnda stuðul skulu ung í aldrinum 12-30 ár hava goldið limagjald til Ung í Dansi í 2026, konta 9181–1564368.
Tilmelding v.m.
- Tilmelding verður gjørd við at gjalda depositum á kr. 1000 pr. luttakara á kontu 9181–5874701 so leingi pláss eru tøk. Viðmerkið navn á kontaktpersóni.
- Gjald á kr. 3000 verður at gjalda á kontu 9181–5874701 í seinasta lagi 1. apríl
- Restin (ávikavist kr. 5500 og 3000) verður at gjalda á kontu 9181–5874701 í seinasta lagi 15. mai 2026.
Depositum verður ikki endurrindað. Onnur gjøld verða sum útgangsstøði ikki endurrindað uttan í tann mun, at avlýsing gevur eitt yvirskot. Hetta verður uppgjørt, tá ferðin er liðug og fíggjarlig uppgerð er gjørd. Vit mæla øllum til at tekna ferðatrygging, áðrenn tey melda til ferðina.
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring – sr@sr.fo – www.sr.fo – tlf. +298 292563