Brúðarvísutankar

Deil

 

Nakrir tankar, nú nýggj brúðarvísa er
yrkt.

Telefonin, hon ringdi ein
dagin……..,

Men tað var
ikki omma mín við Gjógv, sum í sanginum. Tað var ein genta ella ein ung kvinna,
sum riggaði til sítt egna brúdleyp og spurdi, um eg kundi koma at skipa brúðarvísuna
hendan hátíðardagin.

Eg komi í
stóra tvístøðu,  hvørja ferð  eg verði 
biðin at skipa brúðarvísu. Føli meg kroysta upp í ein krók og veit ikki,
um eg skal svara ja ella nei. Havi sagt nei nakrar tær seinastu ferðirnar.  Eri fyri ein part fegin um, at vit eiga henda
sermerkta sið, sum eg haldi, at vit eiga at varðveita, meðan eg samstundis eri  so forsyndað inn á, at tað bert er í hendinga
brúdleypi, at brúðardansurin líkist nøkrum. Haldi ikki, at nakar biður lova sær
at koma at skipa brúðarvísu.

Tað eru
umleið 25 ár síðani, at  eg skipaði
brúðarvísuna – ta føroysku, sum J.P.Gregoriussen hevur yrkt   fyrstu
ferð, men eg minnist ikki, hvussu ofta eg havi gjørt tað.  Tær fyrstu ferðirnar bleiv eg errin um at
verða biðin og gleddi meg  til at fara,
men tíverri er tað ikki soleiðis longur –  tað er næstan ein plága.  Havi viðhvørt ynskt at mín  heili – 
eins og teldan – hevði ein delete- ella backspaceknøtt, sum eg kundi
trýst á. So kundi eg bara sagt, at eg dugi ikki brúðarvísuna longur – tað hevði
verið so nógv lættari hjá mær.  Og so
havi eg leingi hugsað um, hví hetta man vera blivið soleiðis?

Orsøkirnar
eru fleiri. Eitt er, at borðhaldini sum oftast eru einar tveir tímar ov long,
so stórur partur av gestunum fer lúkst avstað,tá borðhaldið er liðugt og hevur
vart einar 5 -6 tímar. Tey standa og biðja brúðarparinum farvæl, so tey bæði
fáa ikki komið at dansa. Sjálv standi eg og ótolnist eftir at fáa hetta frá
hondini, tí eg havi bíðað meir enn ein tíma og onkuntíð  tveir í mun til tíðina, sum eg avtalaði við
brúðrina.

Av teimum
gestum, sum eru eftir, kemur umleið ein triðingur uppí, meðan hini seta seg
niður at práta.  At skipa brúðarvísu
krevur sera stóra koncentratión hvørja ferð, fyri at kvøða øll ørindini í
rættari raðfylgju, og tað ber illa til, tá eini 100-150   fólk sita og práta rundanum. Tað ber als ikki
til at samanbera hetta við upptøku á eina fløgu, sum so spælir tað sama aftur
og aftur.  Fleiri av teimum, sum eru uppi
í ringinum tíma heldur ikki, men práta, meðan tey dansa, so eg fái eina kenslu
av, at eg irriteri meginpartin av brúdleypsgestunum  – tey tykjast mær at hugsa: “Hatta mjarrið
aftur nú!”  Eg havi varhugan av, at
brúðardansur ofta styggir fólk burtur frá føroyska dansinum heldur enn at tey
fáa hug til ganga meir í føroyskan dans. Tað er eisini ein grund til, at nú
ofta sigi nei, tá eg blívi biðin at skipa brúðarvísu, tí eg eri góð við dansin
og vil ikki vera við til at fáa fólk at venda honum baki. Havi  einaferð upplivað, at eg mátti bara gevast
mitt í brúðarvísuni og kvøða seinasta ørindi, tí eg misti burtur av larmi.

Onkuntíð
havi eg ivast í, um brúðarparið tímir at dansa við í sínum egna brúðardansi og
hugsi : ” Hví hava tit biðið meg komia higar.”  Ella:” Hevur onkur omma sagt, at brúðardans má
man hava?”

Tað kemur
eisini meir enn so  fyri, at orkestrið,
sum skal spæla  til dansin aftaná, byrjar
at stemma síni ljóðføri, meðan brúðardansurin gongur. Hvussu skal nakar tá
klára  at samla sínar tankar og halda
skil á 26 longum ørindum?

Viðhvørt
finna tey uppá at prenta ørk við brúðarvísuni ella hava uppvørpu, so ørindini
síggjast á vegginum  sohvørt, sum tey
vera kvøðin. Tá gerst dansurin heilt undarligur, tí fólkini liva als ikki við í
dansinum, – tey lesa .  Antin úr arkinum
ella snara tey sær fyri at síggja á vegginum, so tað næstan kemur snúður í tey.
Og tey flestu vita als ikki hvussu mann ber seg at í føroyskum dansi.
Skiparin  skal, sum navnið sigur, skipa.
Tað merkir, at hon/hann  skal kvøða nøkur
orð av hvørjum ørindi sjálv/ur, uttan at onnur fólk hoyrast, tí bara tá kann
skiparin stýra dansinum.  Tað vita
fólkini ikki, hóast allir vaksnir føroyingar áttu at vita tað eftir mínum
tykki. Hvat gera tey so? Jú, tey byrja so fegin hvørt ørindi saman við
skiparanum og halda væl til standa. So eg hugsi: “Hvat eri eg komin higar til
eina sunnunátt, tá øll skipa?”  Skiparin
eigur eisini at hava rætt til at gevast 
at kvøða , áðrenn øll brúðarvísan er kvøðin, um so er, at tað ikki
gongur væl. Tað ber ikki til, tá ark ella uppvørpa er.

Vit, sum
javnan koma í góðan føroyskan dans, hava so ofta upplivað stemningin, sum kemur
í, tá tey , sum dansa við, tíma at dansa, kvøða við  og lurta eftir søguni, sum vísan ella kvæði er
um. Tað kemur næstan ikki fyri í brúðardansi longur, og tí blívur tað so
møtimikið at fara at kvøða brúðarvísu.

Tíðarandin
er eisini blivin soleiðis, at onkur serfrøði skal taka sær av øllum, og so eiga
tey alla ábyrgd. Soleiðis er tað eisini blivið við brúðardansi.  Men tað er ikki gjørligt hjá einum ella
tveimum fólkum at fáa góðan dans við teimum umstøðum/karmum, sum eg  her havi sagt frá.  Og í grundini er tað ótrúligt, at ikki onkur
hugsar um at spyrja skiparan, hvørjar umstøður skulu til fyri at fáa
brúðardansin at ganga væl. Tí havi eg ongantíð verið úti fyri enn.

Skulu vit
varveita  brúðardans við brúðarvísu, so
mugu nógv fleiri taka sær ábyrgdina av at fáa hetta at bera til:  læra seg at kvøða við, koma uppí dansin, lata
skiparan sleppa at skipa og stýra dansinum, og ikki minst – so má klokkutíð
setast á, nær borðhaldið skal vera
liðugt, so gestirnir ikki eru so móðir av at sita, at tey fara beint avstað
aftaná borðhaldið.  Og tey, sum ikki ynskja
at dansa við, mugu tiga. Tað má vera eitt minstakrav.

Eg vóni, at
vit í felag kunnu  venda hesi gongdini,
so at bæði brúðarpar, gestir og tann, sum er komin at skipa fáa eina glaða løtu
meðan brúðarvísan verður kvøðin – antin tey velja eina av gomlu kendu
brúðarvísunum ella eina nýyrkta.

Norðskála august
2013.

Kathrina
Hansen, Eysturoyar dansifelag.

Onnur tíðindi