Dansiferð í Skúvoy 10. juni 2017.

Deil

 

Dansiferð í Skúvoy 10. juni 2017.

Fornminnafelagið
í Skúvoy byrjaði fyri nøkrum árum síðani at bjóða einum dansifelag til Skúvoyar
at dansa hvørt ár í juni mánað. Fyrstu ferð var í 2013, tá sumbingar blivu
  bodnir. Í ár fingu vit í Eysturoyar
dansifelag høvi til at gera dansiferð til Skúvoyar.
 Óført av so fáum fólkum – umleið 20 fólk liva
gerandisdagin í Skúgvi. Anna Maria, sum hevur dansað við okkum í nógv ár, er
slektað úr Skúgvi. Vit báðar fóru suður fríggjakvøld, so vit stóðu á lendingini
fyri hinum 30, tá tey komu við Sildberanum seinnapartin leygardagin.
 Vit báðar fóru ein túr norð á Dal fríggjakvøldið,
so nú havi eg sæð Rannvátoft og Tróndarstein.

Síðani blivu
øll – gestir og vertir – boðin til góðan drekkmunn í skúlanum, sum stendur
ovast í bygdini. Bygdarráðsformaðurin Harry Jensen beyð vælkomin vegna
fornminnafelagið. Vit fingu at vita, hvar vit skuldu gista og skránna fyri
restina av túrinum.

Vit í
Eysturoyar dansifelag lærdu okkum kvæðið “Gøtuskeggjar” til dansistevnuna í
Klaksvík í fjør. Okkara Andras skipaði fyrru helvt og Óli í Tøkum Lætt
seinnu.
  Tá fólkið var komið upp á land
leygardagin, fingu vit bæði Hans – meðan vit hugdu niðan í bygdina –
 eitt prát um, hvar tað mundi vera, at Sjúrður
Tollakson leyp út av, tá hann skuldi flýggja úr Skúvoy undan Leivi Øssuron. Sjúrður
hevði fyri Tórð lága borið fram bønarorð til Turid megineinkjuna.

Tað er nakað
heilt serligt – og undarligt eisini – at koma til tey støðini, har hendingarnar
í kvæðunum hava gingið fyri seg. Tað eru feðgarnir báðir Jens Christian
Djurhuus (1773-1853) og sonur hansara Jens Hendrich Djurhuus(1799-1892), sum
hava yrkt kvæðini, sum siga frá hendingunum um Sigmund, Tór, Brestir, Beinir,
Trónd í Gøtu og øll hini. Skúvoyggin er nevnd í teimum flestu av hesum kvæðum. Ein
heilt serlig kensla at ganga í Skúvoy hendan dagin og ímynda sær fólkini og
tilburðirnar, sum fóru fram her fyri meir enn 1000 árum síðani.

Dansurin
byrjaði í skúlanum kl. 21.00. Tá høvdu øll fingið døgurða. Áðrenn vit fóru at
dansa takkaðu Louis og Jóna fyri okkum.
 Skiparar eiga vit nógvar í Eysturoyar
dansifelag og øll góvu sítt íkast – Andras, Høgni, Anfinn, Kathrina, Louis,
Dia, Jóannes og Hans. Ormurin, sum Anfinn og Louis skipaðu í felag, hevur
ongantíð gingið betri. Sjey ára gamli Sverri, sum var yngstur á liðnum hjá
okkum, bað okkum kvøða “Veturin kom við kulda og kava”. Sjálvandi gjørdu vit
tað, og nakrar barnasangir afturat.

Tað má vera
eitt øðiligt knoss at liva á útoyggj. At hugsa sær , hvussu øll vøra skuldi
fáast niðan í bygdina, áðrenn vegurin kom og tað bar til at koyra. Tá mátti alt
fáast niðan gjøgnum trappurnar. Og so loyva vit okkum at knarra her á
meginøkinum.

Sunnudagin
kl. 12.00 hittust vit aftur til kirkjugongd – tað hoyrir við til eina góða
dansiferð. Allir tríggir kirkjutænararnir – klokkari, organistur og deknur – vóru
við í dansinum um náttina, so tað var, sum tað eigur at vera.

Seinnapartin
hittust vit aftur niðri á lendingini at biðja skúvoyingum farvæl og takka fyri
hjartaligan blíðskap. Eg haldi, at øll, sum høvdu riggað til , vóru komin á
støðna at biðja farvæl.
 Ein dansiferð –
her í Føroyum ella til útlandið – er altíð góð, bæði fyri einstaklingin,
felagið og dansin.

Kathrina.

Onnur tíðindi