Dansitiltak í Skálanum

Deil

Filmssýning og føroyskur dansur í Skálanum í Klaksvík

Sunnudagin 30. oktober 2022 kl. 20:00 verður dansitiltak í Skálanum í Klaksvík. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Klaksvík og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi forkunnugar filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur. Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrsta og onnur sendingin vórðu frumsýndar í Norðurlandahúsinum og triðja sending í Virkinum á Sandi herfyri.

Í fjórða parti síggja vit filmsupptøkur úr Klaksvík – talan er um seks filmsbrot við dansispølum og føroyskum dansi – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Edith Klettskarð, Heina Mohr og Óla Dahl. Við á upptøkunum úr Klaksvík í 1977 eru m.a. Jens Juul og Hannemia Sólbjørg, Páll og Edith Klettskarð, Sannilenus og Sunneva Johannesen, Óli og Bina Dahl, Hans Dávid og Dorthea Matras, Sámal Petur og Tórhild Sólheyg, Jákup Emil og Dana Olsen, Marius og Saloma Poulsen, Jógvan og Dagmar Rasmussen, Martin og Malena Eliasen, Sørin S. Sørensen, Bina Christiansen, Jóhan (Skard) og Kristina Petersen, Frits og Sunneva Olsen, Jógvan Pætur og Maja Gilstein, , Jóan Pauli (í Svíni), Frida Hansen, Hjalmar og Ásleyg Jacobsen, Sámal og Anna Høgnesen, Jóhan og Sigrid Ziskason, Karl og Selma Høgnesen.

Aftaná frumsýningina av hesi sending, ið er á leið trý korter til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Onnur tíðindi