Gylta bók

Deil

Leygardagin 24. januar 2026 verða fyrilestrar um Gyltu bók og um sjóvarbøndurnar í Norðurlandahúsinum, og vit fara at kvøða seks kvæði úr Gyltu bók í Sjónleikarhúsinum. Tiltakið er ókeypis.

Í 1925 gav Noregs Ungdomslag út bókina »Føroysk kvæði um brögd Norðmanna ættarinnar úti og heima«, vanliga kallað »Gylta bók« orsakað av gyltu permuni. Hetta var fyrsta rættiliga kvæðabók ætlað tí dansandi fólkinum heldur enn akademikarum í útlondum. Tey, ið dansaðu føroyskan dans, tóku skjótt bókina til sín, og er hon soleiðis blivin fólkaogn. Tá hesin dansiveturin byrjaði var tað sostatt hundrað ár síðani Gylta bók kom út, og fara vit tí at hava ein dag, har vit hátíðarhalda hesa útgávu.

Fyrilestrar í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 24.01.26 kl. 16:00 fara Torbjørn Bergwitz Lauen og Brynhild Kamban at hava fyrilestrar í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Torbjørn er fyrrverandi formaður í Noregs Ungdomslag, ið gav út Gyltu bók, og hevur eisini áhuga í føroyskum dansi. Brynhild Kamban granskar í kvæðum, her serliga í kvæðaarvinum eftir sjóvarbøndurnar, Jens Christian Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, ið hava yrkt um helvtina av kvæðunum í Gyltu bók.

Nátturði í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið 24.01.26 kl. 18:00 – aftaná fyrilestrarnar – bjóðar Sláið Ring ein nátturðabita í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er ókeypis, men gott í tykkum, um tit siga tykkara dansifelagi frá, so vit hava eina meting av, hvussu nógv fólk koma.

Dansur í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið 24.01.26 kl. 19:00 fara vit upp á gólv við fylgjandi seks kvæðum úr Gyltu bók:

  • Sigmunds kvæði, eldra, Birgir Djurhuus úr Dansifelagnum í Havn skipar
  • Leivur Øssursson, úr Vága dansifelagi skipar
  • Gøtuskeggjar, Óli Reinert á Geilini úr Tøkum lætt skipar
  • Grettis kvæði, Tormóð Nielsen úr Leikum fagurt og Stígum fast skipar
  • Finnur hin fríði, Janus úr Dímun úr Norðstreymoyar dansifelagi skipar
  • Ormurin langi, Jónleif Johannesen úr Klaksvíkar dansifelagi skipar

Aftaná verður almennur dansur so leingi, sum fólk tíma at dansa, og tá er orðið sjálvandi frítt. Dansurin er ókeypis.

Gylta bók fæst ikki longur í handlunum. Niðanfyri er elektroniskt eintak.

Onnur tíðindi