Sjónvarpsupptøka 23. januar

Deil

 

Føroyskur dansur í
sjónvarpi

 

“Føroyskum
dansi at frama”, er endamálið og arbeiðssetningurin hjá Sláið Ring, sum er
meginfelag hjá 16 lokalfeløgum – 15 her í Føroyum og so Fótatraðk, sum er felag
hjá útisetum í Keypmannahavn.

Í nógv ár
hevur verið tosað um at fáa nýggjar upptøkur av føroyskum dansi til sjónvarpið.
Fyri einum ári síðani avgjørdi Kringvarpið saman við Sláið Ring at samla nøkur
feløg á Reinsarínum, sum býráðið í Tórshavn hevur ognað sær og gjørt í stand,
til at taka føroyskan dans  upp  til sjónvarp. Ta ferðina valdu Stígum Fast,
Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans saman, Klaksvíkar dansifelag, Vága dansifelag
og dansifelagið á Látrinum at taka av hesum møguleika. Hetta eydnaðist so mikið
væl, at  tað var sjálvsagt at gera hetta
aftur. Flestu feløg í landinum koma saman at dansa eina ferð um vikuna ella
14.hvønn dag frá hálvum oktobur til fastalávint. Tí kemur tað av sær sjálvum at
hava ein slíka upptøku, tá tað líður dansivetrinum nakað nógv, so feløgini
kunnu planleggja og læra seg  í dansitíðini.

Hesaferð
tóku Leikum Fagurt, Tøkum Lætt og dansifelag Kaggans saman, dansifelagið á
Látrinum, Eysturoyar dansifelag og nýstovnaða felagið “Ung í dansi” av
møguleikanum at taka dans upp til sjónvarp.

Tórshavnar
býráð legði hús til – bæði í fjør og aftur hesaferð bleiv tikið upp á
Reinsarínum. Hølið er sera væl egnað til føroyskan dans. Dansifeløgini bíðaðu
eftir tørni at taka upp í posthúskjallaranum, sum Kringvarpið hevði leigað.
Sláið Ring bjóðaði øllum, sum vóru við,  til eina máltíð á Reinsarínum, tá upptøkurnar
vóru lidnar. Aftaná var lýst til almennan dans, og Kringvarpið nýtti høvið  til at taka upp til útvarpið í sama viðfangi
og læt mikrofonirnar hanga eftir.  Nakað
av fólki kom í almennan dans, eisini nakrir útlendingar.

Øll, sum eg
havi tosað við, rósa tiltakinum. Bara væl nøgd fólk, sum hava hug at gera hetta
sama aftur næsta ár. Onkur nevndi kvæðir, sum tey kundu hugsað sær at fingið
við næstu ferð. Sera hugaligt hjá okkum, sum eru góð við dansin. So væl kemur
burturúr, tá vit lyfta í  felag. Stóra
takk skulu tit øll hava – býráið fyri at hýsa okkum, feløgini fyri at skaffa
fólk og venja og Sláið Ring fyri at samskipa og bjóða okkum at eta. Kringvarpið
við Tórði Mikkelsen og Johan Mortensen á odda kláraði uppgávuna til ug. Eisini
upptøkutoymið, sum arbeiddi ótroyttiliga í fleiri tímar, hevur uppiborið eina
hjartans tøkk.  Øll somul arbeiddu føroyskum
dansi at frama.

Ábyrgdin hjá
okkum, sum fáast við føroyskan dans er stór – hugsaði at skriva “øgilig”, men
tað ljóðar so negativt. Vit dansa, tí tað er stuttligt, og so er tað bæði
heilsu- og sálarbót og góð motión fyri allan kroppin samstundis, sum heilin
verður brúktur.  Bara vit dansa henda
sermerkta dans, sum varð brúktur um alt Europa í miðøldini, men sum bara vit
hava megnað at varðveita. Ongin kemur at gera tað fyri okkum.  Onkur hevur nevnt, at vit hildu fram at dansa
føroyskan dans, tí vit høvdu ikki ráð til at keypa ljóðføri. Eg freistist til
at siga, at so var tað gott, at vit vóru so fátøk. Eftir mínum tykki er føroyskur
dansur ein sonn  perla – ein verðinsarvur,
sum hoyrir  heima á Unesco-listanum. Fyri
mær er onki ímóti glaðum fólkum í góðum føroyskum dansi.

Hesar
seinastu ferðirnar tað hevur verið almennur dansur, hevur verið nógv av ungum
fólki í dansi og tað gleðir okkum almikið.

Tann 21. maj
hittast øll feløgini á landsdansistevnu í Klaksvík. Hetta er 12. ferð, at vit
hittast til landsdansistevnu, sum varð hildin á fyrsta sinni vesturi í Vágum í 1983.

Jú, tað grør
í føroyskum dansi.

Við
Norðskála tann 8.apríl  2016.

Kathrina,
Eysturoyar dansifelag.

Onnur tíðindi