Um Havleik 2022

Deil

Kunning til føroysku feløgini um HAVLEIK 2022.

Miðskeiðis í juli 2022 verður stóra norðurlendska dansistevnan HAVLEIKUR 2022 í Havn. Hetta er partur av Nordleksamstarvinum, og verður hetta triðja ferðin at stevnan verður í Føroyum – seinast var í 2008, fyri 14 árum síðani.

Byrjað verður við sokallaðu summarleguni á Sandi, ið byrjar 10. juli og endar 13. juli 2022. Hetta er lega fyri ung í aldrinum 15-25 ár. Sjálv HAVLEIK stevnan er í døgunum 12. til 17. juli 2022. Ho byrjar12. juli við at flestu útlendsku gestirnir koma til Føroya og stevnan verður sett 13. juli. Dansurin á stevnuni verður í høvuðsheitum í Norðurlandahúsinum um kvøldarnar. Leygardagin 16. juli verða dansiframførslur ymsa staðni í Havn. Leygarkvøldið 16. juli verður galladøgurði, og flestu útlendsku gestirnir væntast at fara avstað sunnudagin 17. juli. Vit rokna við eini 500 útlendskum luttakarum og eini 300 føroyingum.

Dansifeløgini í Føroyum koma at fáa ymsar uppgávur.

Ymiskt praktiskt. Ymiskt praktiskt skal gerast, so sum lokal fyrireiking í Havn, gera klárt til gallaveitslu, samskipa og hava vaktarhald v.m. Nógvum av hesum koma dansifeløgini í Havn at standa fyri.

Summarlegan. Summarlegan verður í Sandoynni 10.-13. juli, og hesum koma dansifeløgini í Sandoynni sjálvandi at taka sær av.

Setanin. Mikudag seinnapart/tíðliga um kvøldið verður setanin av stevnuni, og har vænta og vóna vit at nógvir føroyingar fara at luttaka saman við okkara útlendsku gestum – tað hevur sera stóran týdning, at vit markera týdningin av dansininum á hendan hátt í býarmyndini, so almenningurin – bæði vanligi føroyingurin, myndugleikar, miðlar og politikarar – gevur tí ans!

Dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið 13. juli, hóskvøldið 14. juli og fríggjakvøldið 15. juli verður dansur um kvøldið í Norðurlandahúsinum. Her koma skiftandi feløg at standa fyri føroyska dansinum. Her verður ymiskt passandi kvøðið, bæði okkurt føroyskt kvæði men eisini uttan iva vísur, sum falla norðurlendingum lætt, so sum Sinklar, Stolt Signhild o.t. Eisini kann hugsast, at okkurt felag velur at læra útlendsku gestirnar okkurt dansispæl. Sum samdans hava vit valt fyrstu 25 ørindini av Ebbe Skammelsøn, og verður hetta í øllum førum kvøðið hvørt kvøld – og vit vóna og vænta tí, at feløgini seta sær fyri at duga hetta. Ein sjónbandaupptøka sæst her:

https://www.youtube.com/watch?v=nc-zid5XbXE

og teksturin finst her:

https://eystdans.dk/wp-content/uploads/Kvaerdir/EbbeSkammel.pdf

Vitjan á bygd hjá dansifeløgunum. Hósdagin fara allir útlendingarnir út á bygd at vitja lokalu dansifeløgini, sum vera vertir hendan dagin. Her verður helst serliga talan um nøkur av teimum feløgunum, har lætt er at koma fram: t.d. Nólsoyar dansifelag, Eysturoyar dansifelag, Vága dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Klaksvíkar dansifelag og dansifelagið á Látrinum. Gestirnir fáa okkurt lættari ábit, kanska onkra rundvísing og frágreiðing, helst verður dansað, møguleiki er fyri at hava onkra framsýning o.s.fr. Stevnan skipar sjálvandi fyri bussflutningi fyri útlendsku gestirnar út á bygd, men fyriskipanin annars av hesum vitjanum og útreiðslurnar herav standa lokalu dansifeløgini sjálvi fyri. Tó verður latið ein munagóður stuðul til feløgini fyri teirra arbeiði. Nærri kunning verður á umboðsráðsfundi í vár um uppgávurnar, stuðulin og mangt annað.

Dansiframførslur. Leygardagin verða dansiframførslur í býnum, og her vænta vit at útlendsk feløg eins og summi føroysk feløg fara at sýna fram – fyri føroyingarnar kann her vera talan um bæði føroyskan dans og dansispøl.

Gallaveitsla. Leygarkvøldið 16. juli verður gallaveitsla fyri øllum luttakarunum, t.v.s. øllum útlendsku luttakarunum, men eisini ganga vit út frá, at flestallir føroyingar luttaka hetta kvøldið! Eini 800 fólk í alt! Galladøgurðin verður í ítróttarhøllini á Hálsi, og aftaná verður dansur. Norðurlendskir fólkadansir vera í høllini, sum hini Norðurlondini standa fyri upp á skift, og føroyskur dansur verður í kantinuni.

Kostnaður fyri føroyingar. Av tí at føroyingar koma at vera við til at fyriskipa stevnuna á ymsan hátt, og tí ikki eru við alla tíðina, hava vit valt ein leist, ið ger, at tað ikki verður ov dýrt at luttaka. Luttøkugjaldið fyri sjálva stevnuna (setan, dans um kvøldið í Norðurlandahúsinum, midnáttargudstænastu og framførslur í býnum leygardag) er kr. 100 í alt pr. persón fyri føroyingar. Øll skulu gjalda hetta stevnugjaldið (er onkur bert vakt, og slettis ikki luttekur í nøkrum tiltaki, skal sjálvandi einki gjaldast). Men tá er eingin máltíð, gisting, fyrilestrar, útferðir o.t. íroknað – og heldur ikki galladøgurðin. Harumframt gjaldast kr. 250 pr. persón fyri luttøku til galladøgurðan. Til ber hjá føroyingum at keypa sær eyka tænastur, so sum máltíðir, skúlauppihald, útferðir, fyrilestrar, T-shirts o.t. Ein slík stevna er dýr at halda, og til samanlíkningar kann nevnast, at útlendsku gestirnir gjalda kr. 1.600 fyri stevnuna (harumframt kemur ferðir, uppihald og matur), meðan tey, sum hava skúlauppihald og mat íroknað, gjalda 2.600. Orsøkin til at vit veita hendan lægra prísin til føroyingarnar, er sjálvandi partvíst, at teir ikki kunnu luttaka í øllum, partvíst tí teir veita sjálvboðið arbeiði, ið hevur stórt virði fyri stevnuna, og sjálvandi eisini av tí at ikki alt, sum útlendingarnir fáa veitt, er við í prísinum hjá føroyingunum (galladøgurði, útferð til dansifeløg o.s.fr.)

Kunning. Nógv meiri kunning finst annars um stevnuna á

https://sr.fo/havleikur-2022/?menuid=5250

og á undirmenuini PDFs er eitt samlað pdf-skjal við øllum upplýsingunum, á føroyskum, donskum og finskum.

Nærri kunning um føroysku tilmeldingina kemur tíðliga í vár.

Vit heita á øll feløgini um at vera búgvin til HAVLEIK 2022 í juli 2022, at kunna limirnar væl og fyrireika seg væl til luttøkuna í summar.

Vegna fyriskipararnar,

Vinarliga,
Gunnar Restorff, fm.
Sláið Ring

Onnur tíðindi