Eftir ynski frá aðalfundinum hjá Sláið Ring verður við hesum kallað inn til umboðsráðsfund
LEYGARDAGIN 16. MARS 2019, KL. 12:00 Í U407 Í SJÓVINNUHÚSINUM Á VESTARU BRYGGJU Í HAVN
Á skránni er sjálvandi fyrst og fremst eftirmeting, men eisini onnur mál frá nevndini eru sett á skrá til umrøðu:
- Eftirmeting av dansivetrinum
- Endurskoðan av reglugerð fyri stuðulsveiting
- Eftirmeting av ‘Ung í Dansi’ (m.a. fáa staðfest nærri, hvussu felagið stendur í mun til Sláið Ring)
- Kunning um komandi landsdansistevnuna á Eiði
- Kunning og prát um næstu landsdansistevnu aftaná Eiði
- Kunning um upptøkur við Kringvarpinum
- Kunning um nýggju heimasíðuna
- Kunning um arbeiðið við UNESCO
- Barnlek 2020
- Ymiskt
Sum vanligt bjóða vit ein bita eisini. Úthurðin er vanliga stongd í vikuskiftum, so um tit ikki sleppa inn, so kunnu tit ringja til Gunnar á tlf. 292563.