Dansiungdómur á útferð í Eysturoynni – HAVLEIKUR2022

Deil

Eysturoyar dansifelag hevði hósdagin tann 14.juli 2022 vitjan av teimum ungu frá Havleiki.

Vit koyrdu eftir oyggj, og fyrsta stopp var Norðradalsskarð, har vit vildu vísa gestunum útsýnið vestureftir, men tað var ikki klárt, so tey fingu at vita, at hetta var eitt tað vindharðasta pláss í landinum við vindferð upp í minst 270 km/t.

Næsti steðgur var við Sjógv í Kollafirði, har Jóannes greiddi frá um Sjóvarbóndan, sum yrkti Ormin langa júst á hesum stað, og har skipaði Jóannes nøkur ørindir av Orminum. Ein norsk genta segði, at hon dugdi 14 ørindir av Orminum – á norskum.

Næsti steðgur var norðan fyri Streymnes, har vit sóu yvir á Hagagjóg og súlu-stubban. Jóannes greiddi stutt frá um Føroya jarðfrøði.

So var ikki støðgað fyrr enn í Navia á Toftum, har Óli Kristian fortaldi um seyðin í Føroyum, og hvussu hansara virki fær burtur úr ullini. Aftrat fingu vit kaffi og smakkbitar í Navia. Stórur blíðskapur og góður stemningur.

So gekk leiðin eystur á Eystnes, har útsýnið var av tí allarbesta. Har kvóðu vit burtur á heiði – og so við skundi í skúlan við Løkin at eta matpakkan. Pálin greiddi stutt frá um skúlan, og ein av gestunum úr Grønlandi framførdi trummudans.

Eftir matarsteðgin koyrdu vit út á Nes til ta gomlu kanónina, sum er komin til heiðurs og æru aftur – eftir at hava ligið sum ífylla í Havnalagnum á Toftum í eina hálva øld. Ein hugtakandi søga, sum Alfred Olsen greiddi meistarliga frá, hóast hann fekk lítla tíð. Eisini har fingu vit ein forfrískning.

Gula Smiðja í Runavík var næst á skránni, eitt dømi um eina gamla smiðju, sum nú er vorðin ungdómshús. Har fingu vit drekkamunn við kaku, alt sum okkara limir høvdu skipað fyri. Sjálvur borgmeistarin gav sær tíð at koma at greiða frá um kommununa og søguna hjá hesum ikoniska húsi, har eitt ótal av ungum dreingjum hava fingið sína smiðjuútbúgving. So varð farið upp á gólv, og hetta mundi vera fyrsta ferð, at føroyskur dansur gekk í Gulu Smiðju. Og dansurin gekk væl og lætt.

Eftir ein góðan steðg, sum fór til prát, telving og fótbóltsspæl, fóru vit í bussin og úti við Løkshøll stóð stjórin í tunnilsfelagnum við sínum bili klárur at loðsa okkum út til eitt víkipláss í Eysturoyartunlinum.

Varliga, í gulum vestum, gingu vit út í rundkoyringina, og tá tók ein ung kvæðakempa Regin smið, sum fekk eini tíggju ørindir. Ein hátíðarløta við lít. So inn í eitt teknikkrúm, har stjórin stutt og greitt segði frá hesum hugtakandi projekti. Allarsíðst vísti hann okkum pumpurúmið, sum ikki er minst hugtakandi. Aftur púra spontant skar ein føroyingur út úr at syngja Harra Gud, títt dýra navn og æra, og vit tóku undir, meðan hini lurtaðu. Øll trý versini. Vit endaðu við, at Rebekka skipaði Stolt Signhild. So takkaðu vit Una Danielsen fyri hesa megnaruppliving.

Við Eysturskúlan søgdu vit báðir, Jóannes og Jens, hesum dámligu og kátu ungdómunum farvæl og takkaðu fyri ein góðan og gevandi dag.

Onnur tíðindi