Tilmelding til HAVLEIK stevnu og veitslu

Deil

Vit hava fingið væl av tilmeldingum til HAVLEIK 2022 – íalt 551 fólk hava teknað seg higatil, har gott helvtin er útlendingar. 

Tey, ið bert vilja tekna seg til stevnuna íroknað veitsludøgurða 16. juli 2022 fyri kr. 350, fáa longda freist at tekna seg fram til 23. juni 2022. Til ber ikki longur at bíleggja aðrar tænastur umframt. Meldið til hjá tykkara lokala dansifelagi.

Feløgini savna endurtilmeldingar saman og senda tær til Sláið Ring í seinasta lagi hósdagin 23. juni 2022 – tilmeldingin skal innihalda 1) navn, 2) fartelefonnummar, og 3) teldupost hjá øllum luttakarum. Feløgini krevja peningin inn og flyta hann á konto hjá HAVLEIK 2022 (v/ Sláið Ring).

Onnur tíðindi